Fáið skil á

Tað ber ikki til, at spæliloyvi og mangul upp á sama ferð eftir ferð sleppur at grugga føroyskan fótbólt. Antin mugu feløgini læra hetta tann harða vegin, ella eisini mugu reglurnar broytast

Einki kappingarár uttan óskil um okkurt spæliloyvið. Tað er reglan heldur enn undantakið, og aftur í ár hava vit fingið eitt av slagnum. Hesa ferð við Christian Restorff Mouritsen og B36, sum gloymdi at fáa spæliloyvið við í pakkanum, tá spælarin skifti suður um miðlinjuna í Gundadali.

Hetta er eitt mistak, sum ikki eigur at koma fyri. Feløgini hava í dag partvíst lønta umsiting, og við fundamentala týdninginum, sum spæliloyvið hevur sambært føroysku fótbóltslógunum, so er hetta bara nakað, sum ikki eigur at henda. Og tú skuldi trúð, at tá B36 áður hevur kloddað við somu reglum, so var hetta nakað, sum fekk upp aftur meira serligan ans.

Í ringasta føri kann hetta merkja, at Christian Restorff Mouritsen als ikki sleppur at spæla fótbólt aftur í ár, og tað vildi verið ein mest sum vanlukkuligur útgangur av málinum. Verður sammett við Tór-Ingar Akselsen málið hjá 07 Vestur í fjør, so kann verða, at B36 sleppur við bót, og at spæliloyvið kortini verður útskrivað. Argumentatiónin hjá 07 Vestur var, at tað var eingin loyna, at spælarin hevði skift felag, og at ein úrtíðarflyting av spæliloyvinum tí ikki gav nakran ítróttarligan fyrimun, sum var órættvísur mótvegis kappingarneytunum. Hartil hevði 07 Vestur eisini FSF-góðkendan sáttmála, og tí átók FSF sær eisini part av skuldini. Hetta seinasta hevur B36 ikki, men restina av argumentatiónini kunnu teir brúka. Og so ella so tænir tað ikki endamálinum um at fremja fótbóltin, um ein av bestu spælarum okkara nú verður læstur orsakað av tekniskum skrivaraborðsmistaki.

Hinvegin er tað væl skjótt ein spurningur, um feløgini ikki mugu læra tann harða vegin, at FSF-góðkenning av sáttmálum er einasti rætti vegurin at ganga. Og at tað eisini forðar fyri mistøk av hesum slagnum. Harðasti vegurin er avgjørt, um spæliloyvið als ikki verður útskrivað, men tað kann eisini gerast við eini bót, sum er av somikið kraftigum slag, at hon veruliga merkist.

Men enn einaferð prógvar hetta eisini, at skipanin við spæliloyvum eigur at endurskipast í tráð við dagsins føroyska fótbólt. FSF hevði fyri trimum árum síðani uppskot um, at ALLIR spælarar í teimum báðum fremstu deildunum skuldu hava sáttmála. Líka mikið um krónutalið í hesum var 0. Verður hetta krav sett, kann sáttmálin samstundis telja sum spæliloyvið, og so er skipanin brádliga so øgiliga nógv einfaldari at umsita. Argumentið hjá teimum, sum vóru ímóti, var, at tað heilt víst vóru spælarar, sum ikki vildu skriva undir slíkan sáttmála. Men vilja teir ikki tað, so vilja teir væl heldur ikki spæla fótbólt. Og so er ilt at ímynda sær, at venjarin skal tíma at gera nýtslu av somu spælarum.