- Vit gjørdu alt tað, sum vit skuldu gera. Trýstu teir nógv, fingu nógv innlegg og skaptu nógvar møguleikar. Vit manglaðu bara at gera arbeiðið liðugt við einum ella fleiri málum, men sum heild skal eg ikki lasta einum tí einasta av okkara spælarunum.
Somikið greiður var venjarin hjá B36, Sigfríður Clementsen, tá vit eftir dystin sunnudagin spurdu han, hvørt hann var nøgdur um avrikið hjá sínum monnum.
Hetta var sjeynda ferðin, at B36 ikki fekk fulla úrtøku á heimavølli, og fleiri ferðir hevur tað verið nevnt, at liðið hevur tað trupult móti liðum, sum liggja djúpt í verjupartinum.
Tað hevur ofta viðført, at liðið ikki skapar sær nóg mikið av møguleikum, men tann trupulleikan áttu teir tó ikki sunnudagin. Ikki minst tí talan hesa ferð var um tríggjar mans á toppinum.
- Tað er annars nakað, sum vit hava roynt fleiri ferðir í ár, men í dag lógu teir kanska longur uppi, enn teir so ofta hava gjørt. Serliga fyri steðgin eydnast okkum eisini at fáa Allan til nógv innlegg, men sum heild haldi eg, at vit stýra dystinum frá fyrsta til seinasta bríksl. Teir hava eitt skot upp á mál í 90 minuttir, og tað haldi eg sigur nokk so nógv, helt Sigfríður.
- Tí vil eg ikki lasta nøkrum spælara fyri nakað. Men hinvegin haldi eg, at hasin dómarin væl kundi fingið dystin at ganga skjótari, men ferð eftir ferð letur hann KÍ taka ferðina úr dystinum við at dríggja tíðina. Hetta var so fyrsta ferðin, at vit hava spælt við útlendskum dómara í hesi nýggju skipanini, men tað vísir kanska eisini, at okkara dómarar slettis ikki eru so galnir, hóast alt.