Fáið galdandi lógir at virka

Fyrsta Skúlablaðið í ár og fyrsta í hesi øldini er komið, og gjørt verður m.a. burturúr nýggju fólkaskúlalógini og samráðingarstøðuni hjá Føroya Lærarafelag

Aldarinnar fyrsta Skúlablað er komið í nýggjum sniði og øðrvísi stødd, enn áður. Blaðið er størri nú.

Í oddagreinin ií Skúlablaðnum sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna Føroya Lærarafelags, at felagð vónar, at heldur enn at gera nýggjar lógir á skúlaøkinum komandi árini, fara myndugleikarnir heldur at fáa galdandi lógirnar at virka.

Mint verður á, at tað ber ikki til at samtykkja eina lóg og so vóna, at hon virkar, uttan at nøktandi peningur fylgir við, og uttan at nýggjar og hóskandi reglugerðir eru tøkar.

Grein í blaðnum, nevnd ?Onga rokning, takk?, tekur eisini upp máliðumnýggju fólkaskúlalógina, gongdina í málinum, síðani hon kom fram á tingi og tilmælini frá Føroya Lærarafelag og øðrum, í samband við løgtingsfíggjarlógina fyri 2000.

Lærarafelagið og onnur vístu á meirkostnaðin, sum fylgdi við lógini, tí lógin áleggur lærarum og skúlaleiðslum nógv arbeiði afturat tí, ið teir hava havt frammanundan. Skulu stundir verða til hetta, má undirvísingartímatalið niður, sigur felagið.

Í greinini verður upplýst, at í samráðingunum við Fíggjarmálastýrið hevur felagið boðað frá, at ynski/krøv felagsins kunnu býtast út yvir 2 -3 ár. Fíggjarmálastýrið v´ísir á lønarhækkingina, sum øll hini fakfeløgini hava fingið og tað metir Lærarafelagið fyri so vítt er í lagið. Men felagið góðtekur ikki, at henda hækking skal nýtast at gjalda meirkostnaðin av nýggju fólkaskúlalógini.

Felagið hevur boðað frá arbeiðssteðgi og blokadu frá og við mikudegnum 1. mars, er semja ikki millum partarnar innan ta tíð.