Tað hevði hóskað betur um føroyingar og íslendingar vóru saman í Melodi grand prix, enn at føroyingar luttaka í tí danska. Tað heldur nýkosni føroyski finaluluttakarin í íslendsku sangkappingini, Jógvan Hansen, sum sang seg inn í íslendsku hjørtuni leygarkvøldið.
Hann vísir á, at íslendingar elska føroyingar, og ivast í, um alskurin millum danir og føroyingar er eins stórur. Og tí áttu føroyingar heldur at samstarvað við íslendingar um luttøku í altjóða sangkappingini.
Droymir um Oslo
Tað er annars ein hjartansfegin Jógvan Hansen, sum Sosialurin fær orðið á í morgun. Hann hevur eisini orsøk fegnast, nú hann sang seg í finaluna í íslendsku sangkappingini, sum verður 6. februar.
Hansara størsti dreymur í løtuni er at sleppa at framføra á stóra pallinum í altjóða finaluni í Oslo í mai, tí, sum hann sigur:
- Eg elski at upptraðka og fái eitt ordans kick av at syngja fyri fólki, sigur Jógvan Hansen.
- Tað besta við at sleppa víðari í finaluna er, at tað er ein álitisváttan til mín sum undirhaldara, ella entertainara, hugleiðir 31 ára gamli klaksvíkingurin, sum hevur búð í brøðratjóðini síðan 2004.
Sambært honum hevur tað alstóran týdning fyri fólk sum hann at fáa viðurkenning og at verða góðtikin sum undirhaldarar.
- Tí øll mín karriera er treytað av, at fólk tíma at lurta eftir mær, sigur hann við Sosialin.
Størsti dreymurin er alla tíðina at sleppa at framføra fyri einum størri skara av fólki. At kunna liva av tónleikinum og at undirhalda. Eins og stóru fyrimyndirnar, so sum Michael Bublé ella Sting.
Seldi salongina
Burtursæð frá sanginum, hevur Jógvan Hansen virkað sum vælumtóktur frisørur í Íslandi, árini hann hevur búð haryvuri. Eitt nú átti hann part av einari stórari salong við 15 starvsfólkum og 4000 føstum kundum. Men hann valdi at selja sín part frá í 2007, tí tíðin rakk ikki til at arbeiða so nógv og at hava eina sangkarrieru.
- Hetta var tíbetur áðrenn kreppuna, so eg kom væl burturúr tí. Og hon fer altíð at vera mítt hjartansbarn, sigur hann, og fegnast um, at salongin framvegis hevur stóra succes.
Í løtuni tekur Jógvan Hansen studentaskúlaskeið, sum tekur eitt ár. Kanska fer hann at lesa víðari, ella fer hann at arbeiða aftaná. Enn er onki vist, tí, sum hann sigur:
- Eg taki ein dag í senn.
Veruligur føroyingur
Tað er ongin ivi um, at íslendingar eru góðir víð føroyingar. Ikki minst í hesum tíðum. Men Jógvan Hansen heldur ikki, at tað beinleiðis er ein fyrimunur at vera føroyingur í Íslandi. Men tað er so avgjørt heldur ongin vansi.
- Íslendingar hyggja ikki so nógv eftir, hvar tú ert frá. Gjørt tú tað gott, so kann tað gera tað sama, hvar tú ert frá, sigur hann, og skoytir kortini uppí:
- Men eg havi ongantíð verið meira føroyingur enn her í Íslandi.