-Royn og fá sjúkrahúsverkið at fungera væl og virðiliga við at viðgera fólk skjótt og fáa tey skjótt út aftur og fáa bíðitíðirnar niður aftur á tað minimala og lat fyribyrging vera aðrastaðni enn i sjúkrahúsverkinum. -Almannamál og heilsumál hava altið staðið Javnaðarflokkinum nær. Javnaðarflokkurin hevur altið ligið eftir at fingið tey. Og eg ivist ikki í, at Aksel Johannessen verður førur fyri at lyfta hesa uppgávuna.
Hetta sigur Andreas Petersen, sum sjálvur eitt skifti var heilsumálaráðharri. Nú um dagarnar var móttøka í Heilsumálaráðnum, har ikki færri enn fimm núverandi og fyrrverandi heilsumálaráðharrar vórðu til steðar og allir úr Javnaðarflokkinum. Teir vórðu Vilhelm Johannessen, Jóannes Eidesgaard, Andreas Petersen, Hans Pauli Strøm og Aksel Johannessen.
Portalurin spurdi Andreas Petersen, sum umframt at vera politikari eisini er kommunulækni, hvørji góð ráð hann hevði at geva Aksel Johannessen í starvinum sum heilsumálaráðharri.
-At fáa penganar at strekkja til verður tann torførasta uppgávan. Útviklingurin er stórur, og stórar avbjóðingar standa fyri framman. Umráðandi er at seta upp, hvat vit sjálvi skulu klára her og aðrastaðni. 50.000 fólk bera ikki eitt sjúkrahúsverk fakliga. So at fáa hetta lítla samfelagið at rigga í hesum høpi er ein stór uppgáva.
Andreas Petersen heldur ikki vit hava ráð til at hava trý sjúkrahús sum púra atskildar eindir, men vit eiga at læra okkum at hugsa um eitt sjúkrahúsverk og eitt heilsuverk, har vit skulu troyta ressursurnar best møguligt.
Í sending í Rás2 mánamorgunin sigur Andreas Petersen sína hugsan. Og ráðini hann hevur til nýggja landsstýrismannin eru m.a. hesi:
-Royn og fá sjúkrahúsverkið at fungera væl og virðiliga við at viðgera fólk skjótt og fáa tey skjótt út aftur og fáa bíðitíðirnar niður aftur á tað minimala og lat fyribyrging vera aðrastaðni enn i sjúkrahúsverkinum.
Hoyrið eisini hvørji ráð Hans Pauli Strøm hevur at geva nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum. Rás2 mánamorgun eftir klokkan 9.30. Jan Müller hevur verið til móttøku í Heilsumálaráðnum.