ÍF hevur vunnið greipuna

Flogbóltsmenninir í Fuglafirði hava í dag vunnið FM. Fyri stuttum vunnu teir steypafinaluna ímóti SÍ, og harvið hava fuglfirðingar vunnið greipuna.

 

SÍ legði bragdliga fyri, og tað eydnaðist sørvingum at vinna fyrsta settið 25-23. So svaraði ÍF so rudduliga aftur. ÍF vann trý tey næstu settini 25-20, 25-13 og 25-17.

 

Boban Ilic var ovurfegin:

-Hetta var sera gott. Vit prógvaðu so rudduliga, at vit eru besta liðið. Dreingirnir vístu væl, at teir megnaðu hesa uppgávuna. Vit hava vant ógvuliga nógv, og tað hevur nú givið úrslit, staðfesti Boban Ilic. Hann varð so mikið plágaður av einum fótskaða, at hann noyddist av vøllinum.

-Vit hava eina góða blanding av ungum og evnaríkum spælarum og øðrum, sum hava fleiri royndir, og betri kann tað ikki vera, helt ÍF venjarin .

 

Tað er merkisvert, at ÍF hevur vunnið allar dystirnar í ár. Fuglafirðingar vunnu allar átjan dystirnar í landskappingini, so vunnu teir steypafinaluna, og nú hava teir vunnið FM í tveimum finaludystum.