Fótbóltslagið var gott á fuglfirðingunum, sum fram ímóti skýming fóru úr Runavík. Teir vóru ikki so ógvuliga nógvir, men teir vóru fleiri enn heimaáskoðararnir, sum ikki vóru serliga nógvir.
Í viðførinum høvdu fuglfirðingarnir 2-1 sigur, sum í fyrstu atløgu ber við sær, at ÍF í kvøld er flutt av níggjunda og fram á sjeynda pláss, og sum seinni í heyst kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, at ÍF fer at varðveita plássið í bestu deildini.
Talan var í 1. hálvleiki um tætta og undirhaldandi uppgerð, og sum 2. hálvleikur leið sást tað alt betri, at teir reyðu spældu fyri lívinum, meðan teir gulu og svørtu - hóast teir fegnir vildu vera við - ikki høvdu intensitetin og tað meiri enn hundrað prosent nærlagni, sum skal til fyri at fáa úrtøku burtur úr tøttum uppgerðum.
Mamuka Toronjadze skoraði einasta málið í 1. hálvleiki, men tað var vorðið sum mál. Við stórari ferð og úr 22 metra fjarstøðu høgdi hann bóltin upp í málhornið aftanfyri Jákup Mikkelsen, ið stóð sum negldur.
Fyrstu løtuna eftir steðgin var tað javnt og tætt, men sum tíðin leið legði ÍF heimaliðið undir trýst, og tað tóktist sum um, at NSÍ hevði mesta hugin at verja tepru leiðsluna, uttan at liðið tó pakkaði seg saman í verjupartinum.
Og so var tað, at Chris Muomaife, sum tað leingi hevur verið so lítið at sæð til, undirstrikaði, at tað framvegis eru mál í honum. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg smekkaði hann bóltin umvegis tvørtræið og í málið. Bólturin stakk út aftur í spæl, men linjuverjin var ivaleysur, og so bríkslaði dómarin fyri málið.
Tá restaðu tjúgu minuttir, og tveir minuttir seinni var Chris Muomaife aftur upp á spæl. Eftir NSÍ álop gjørdi ÍF skjótt av. Álopsspælarin varð spældur leysur eitt sindur til høgru, hann rann frá verjuni, og tá ið Andras Gango kom út ímóti honum, var hann kaldur og lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.
Fagnaðurin var øgiligur millum fuglfirðingarnar, og teir varðveittu fokus. Stórir málmøguleikar vóru í báðum endum, men tað komu ikki fleiri mál, og tá ið Rúni Gaardbo hevði bríkslað fyri síðstu ferð fegnaðust ÍF spælararnir, ið síðstu løtuna høvdu ofrað seg fullkomuliga, sum um teir høvdu vunnið FM!
Nú er tað upp til teir sjálvar at gera av, um teir í 2012 skulu spæla í bestu ella næstbestu deildini!
NSÍ-ÍF 1-2 (1-0)
1-0: Mamuka Toronjadze 10.
1-1: Chris Muomaife 71.
1-2: Chris Muomaife 73.
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Helgi L. Petersen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar T. Hansen - Mamuka Toronjadze (Jann Martin Mortensen, 67.), Fritleif í Lambanum (Debes Danielsen, 79.), Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Árni Frederiksberg, 38.)
Gult kort: Einar T. Hansen
ÍF: Jákup Mikkelsen . Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen (Uni Reinert Petersen, 67.), Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevic, Bogi Løkin, Karl Løkin (Poul Ennigarð, 87.), Nenad Saric - Chris Muomaife (Frank Poulsen, 79.)
Gult kort: Karl Løkin, Bartal Eliasen
Støðan
B36 55
Víkingur 49
EB/Streymur 47
NSÍ 32
B68 23
HB 23
ÍF 22
KÍ 22
07 Vestur 21
B71 11
Øll liðini hava spælt 22 dystir uttan EB/Streymur og ÍF, sum hava spælt 21 dystir.
---
Nú er liðugt at spæla í Runavík, og ÍF fekk øll trý stigini við sær aftur til Fuglafjarðar. Meira kemur seinni...
ÍF er nú á odda, eftir at NSÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum. ÍF hevur eftir tveimum minuttum skorað tvey mál.
Klokkan 17:30 var fyrsta bríkslið við Løkin í Rúnavík, har ÍF vitjar NSÍ, og nú tað resta 10 minuttir til hálvleik, er NSÍ á odda 1-0. Málið skoraði Mamuka í 10. minutti við einum rimmar langskoti.
NSÍ legði bragdligari fyri, men síðani teir komu á odda hevur gingið ógvuliga javnt á.
Líkindini at spæla bólt eru av teimum bestu, men nógv fólk eru ikki og hyggja eftir fótbólti í Rúnavík í kvøld.
Nú er hálvleikur, og støðan er 1-0 til NSÍ.
----
Síðani hálvleikin hevur ÍF lagt trýst á NSÍ, og 70. minutti eydnaðist teimum at javna. Málskjútti var Chris. Stórur spenningur er í Runavík, og fuglfirðingar tykjat trúgva upp á at vinna øll trý stigini við sær aftur
Eftir tveimum minuttum hevur ÍF skorað tvey mál, og í báðum førum var Chris málskjútti. Tað seinna skoraði hann eftir skjótt mótálop, har hann lyfti bóltin upp um málverjan og í netið.
Chris liggur nú skaddur á vøllinum og fræ viðgerð.