ÍF hevur skorað

Tað hevur roynst illa á útivølli hjá B71 higartil í ár, og fyrsta løtan í Fuglafirði kundi bent á, at eingin broyting verður í, hvat hagtølunum á útivølli viðvíkur.

Eftir tíggju minuttir hevur ÍF lagt seg á odda. Málskjútti var verjukrumptappurin Bartal Eliasen, sum staddur eitt vet innanfyri brotsteigarmarkið sendi bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen.