ÍF er gestur á Tórsvølli, og fuglfirðingar hava tveir av teimum, sum higartil hava verið fastir menn á liðnum, millum teir fyrstu ellivu. Teir eru Steinbjørn Olsen, sum hevur verið fastur maður, síðani hann í vetur flutti úr KÍ og til Fuglafirðar, og Filip Djordjevic.
Í málinum hjá ÍF í dag er Martin Danielsen, sum kom til ÍF undan hesum kappingarárinum, og sum mikukvøldið var millum stólparnar frá fyrsta bríksli fyri fyrstu ferð. Jákup Nolsøe Olsen hevur higartil verið málverji. Mikukvøldið var hann á beinkinum, men í dag er eingin málverji á ÍF beinkinum.
B36 er í mest sum stinnastu útgávuni. Tó er miðverjin Lars Enevoldsen ikki á listanum ídag. Bjarni Petersen var miðverji í 4-0 sigrinum í Trongisvági mikukvøldið, og tað er hann eisini ídag.