ÍF hevur meiri enn annað beinið í bestu deildini

1. DEILD: Fyri triðju ferð í ár hevur ÍF í dag vunnið stórsigur ímóti Suðringum, sum nú eru fluttir niður

Fuglfirðingar eru í góðveðrinum í kvøld á veg norður aftur eftir væl eydnaðan túr í Suðuroy. Á Vágseiði hevur ÍF í dag vunnið 6-0 ímóti teimum næstbestu hjá Suðringum.

Hetta er triðja ferðin í ár, at ÍF vinnur stórt ímóti Suðrinum. Fyrru ferðina í Suðuroy endaði tað við 9-0 ÍF sigri, og í Fuglafirði vann ÍF 8-1.

 

Jan Ó. Ellingsgaard skoraði trý av málunum og er nú toppskjútti í næstbestu deildini við átjan málum. Hann skoraði til 2-0 og 5-0 og 6-0.

Yngri beiggi Jan, Ari Ó. Ellingsgaard, setti hol á, og hini málini skoraðu Andy Ó. Olsen og Bergtór Thomsen.

 

Stóri sigurin ber við sær, at ÍF nú er trettan stig frammanfyri B68, ið er einasta liðið, sum hevur verið roknað at vera hóttan ímóti ÍF í kappingini um at flyta upp. Tað eru fimtan stig eftir at spæla um. Á pappírinum er møguleiki fyri, at tað skal kiksa, men als einki forgjørt er í tí, at tey í ÍF av álvara fyrireika seg at spæla í bestu deildini í 2019.

Málmunurin hjá ÍF er +45, og hjá B68 er hann +11.

Tapið í dag ber við sær, at tað nú er staðfest, at næstbesta liðið hjá Suðringum í 2019 fer at spæla í 2. deild. Tað eru fimtan stig fram til Skála og áttanda plássið. Málmunurin hjá Skála er -14, og hjá Suðringum er hann -84.