ÍF hevur kós uppeftir

1.DEILD: Fuglfirðingar vunnu í dag á heimavølli ímóti toftamonnum

Eftir nógvu tey fyrstu umførini var spurningurin, um talan yvirhøvur fór at verða um uppflyting úr næstbestu deildini. Síðstu vikurnar hevur B68 verið á uppflytingarplássi. Eftir dagsins umfar eru toftamenn ikki á uppflytingarplássi.

 

B68 var seint seinnapartin í Fuglafirði, og tað endaði við 1-0 heimasigri. Úrslitið ber við sær, at nú er ÍF á triðja plássi og harvið á uppflytingarplássi, meðan B68 er á fjórða plássi. ÍF hevur 26 stig, og B68 hevur 25 stig.

 

Einasta málið varð skorað í 11. minutti. Málskjútti var ÍF liðformaðurin og miðvallarin Bogi Reinert Petersen, sum eftir horna sendi bóltin í málið aftanfyri Petur Meinhard Magnussen.