ÍF hevur enn ein møguleika

2. deild: Við sigrinum á TB suðuri á Tvøroyri er ÍF enn við í stríðnum um uppflytingina

Undan dystinum móti ÍF høvdu tvørámenn bara tapt ein av teimum seks dystunum á heimavølli og vunnið hinar. Seinast teir vóru heima á Sevmýri vunnu teir heili 6-1 á B36.

Hesuferð var ÍF, sum ongantíð hevur tapt á útivølli í ár, á vitjan, og tað var óvæntað, at fuglfirðingar fóru norður aftur við øllum trimum stigunum. 3-1 var støðan, tá dómarin bríkslaði av, men í hálveikinum stóð á jøvnum 1-1.

Frá byrjan av var greitt, at ÍF mest lúrdi uppá snarálop, og tí hevði TB bóltin meira. Hóast leikliga yvirvág, so hevði TB trupult við at skapa nakrar veruligar málmøguleikar, og ÍF var vandamiklari frammanfyri málinum og hevði fleiri møguleikar enn heimaliðið. Tí var úrslitið rættvíst, tá havt verður í huga talið av málmøguleikum, sum liðini høvdu.

TB var uttan onkrar av teirra føstu spælarum, og tí var ein av gomlu kempunum, Poul F. Joensen, aftur at síggja í stríputu TB-troyggjuni. ÍF manglaði Bárð á Lakjuni, og tað er ein stórur missur, men hann hevur ikki spælt nógv á ÍF liðnum í ár.


Kontramál

Fyrsta málinum í hjá ÍF stóð eldri bróðir Bárð fyri. Høgni á Lakjuni hevði seinasta fótin á einum innleggi úr høgru frá Hergeiri Eldevig, eftir at hesin mestsum hevði runnið longdina á vøllinum. Verjan fekk fatur á bóltinum, og so gekk tað skjótt frameftir. Størsti parturin av ÍF liðnum aftanfyri miðjuna, tá málið varð skotið.

TB kláraði tó at javna fyri steðgin. Jón Tórur Holm gjørdist púra fríur og lobbaði uppum málverjan til 1-1. Fuglfirðingar vóru í øðini um, at linjuverjin ikki hevði flaggið uppi, tí teir mettu, at Jón Tórur var klárt rangstaddur. Dómarin lat málið standa, og hetta var eisini støðan við steðgin.

Tað gekk leingi áðrenn ÍF legði seg framum aftur, og aftur var tað eftir eitt snarálop. Hergeir Eldevig hevði eisini stóran lut í hesum. Hann legði innfyri úr høgru, og Eyðolvur Petersen skeyt í netið til 2-1. Mortan Thomsen sló sigurin fastan, tá hann skallaði bóltin málið. Aftur var tað innlegg úr høgru eftir snarálop.

Taktikkurin, sum Petur Mohr legði undan dystinum, eydnaðist avbera væl, og ÍF er nú við aftur í stríðnum um uppflyting. Tó hava teir eina sera torføra skrá í teimum fýra dystunum, sum eftir eru. NSÍ og EB/Streym á útivølli eru kanska teir torførastu dystirnir á árinum, men hinvegin hava teir HB og Royn, sum eru niðast, á heimavølli.

Tað verður torført hjá TB at røkka fremsta plássinum, men nú er mest umráðandi at halda fast um annað plássið, sum gevur teimum møguleika at spæla móti næstniðasta liðnum í 1. deild.


TB-Í F 1-3 (1-1)

0-1: Høgni á Lakjuni

1-1: Jón Tórur Holm

1-2: Eyðolvur Petersen

1-3: Mortan Thomsen