ÍF hevur avgreitt venjaraspurningin

Uppflytarnir hava nú endaliga avgreitt venjaraspurningin

Jógvan Hendrik ”Hegga” Samuelsen heldur fram sum venjari hjá ÍF. Tað boðar felagið frá í kvøld. Tað var eisini Hegga Samuelsen, ið førdi fuglfirðingar upp í bestu deildina í ár.

 

ÍF hevur fyri kortum eisini gjørt sáttmálar við Karl Løkin og Høgna Madsen, sum koma aftur til felagið. Hartil er Henry Heinesen komin úr KÍ, meðan flestu av spælarunum frá í ár hava longt sáttmálan.

 

ÍF.fo skrivar:

-      Tað hevur ligið í kortunum, at Hegga Samuelsen skuldi halda fram sum høvuðsvenjari í felagnum. Vit kunnu nú staðfesta, at hetta verður so. Hegga hevur í kvøld undirskrivað sáttmála, ið merkir, at hann komandi ár kann byggja víðari uppá tað góða arbeiðið, sum hann og okkara hjálparvenjari, Ólavur Larsen, hava gjørt hetta seinasta árið. 

-      Fremsti málsetningurin var at flyta upp aftur í Betrideildina. Hetta eydnaðist, og sum flestu kunnugt, endaðu vit við at vinna deildina. Eitt annað, sum fegnast kann um, er at nógvir ungir leikarar hava fingið møguleikan á besta liðnum í ár. Vit eru tí avbera væl nøgv við samstarvið. Vit fegnast um avtaluna, og ynskja Hegga tillukku við sáttmálanum.