Eftir at tað seinastu ferðirnar verri enn so hevur verið so sannførandi, sum tað var fyrsta partin av kappingini, tóktist ÍF mikukvøldið aftur at vera komið á røttu kósina. Fult uppiborið vunnu fuglfirðingar á HB, og tað ber sjálvandi sjálvsálit og áræði við sær undan næstu uppgávuni.
Og tann avbjóðingin er ikki minni stór. Sambært skránni skuldi dysturin millum EB/Streym og ÍF verið spældur í Streymnesi sunnudagin, men nú verður hann spældur seint seinnapartin leygardagin í Fuglafirði, har tað er Varmakeldustevna í vikuskiftinum.
Allir teir hjá ÍF, sum mikukvøldið vóru við til at leggja lunnar undir góðan stevnuhýr, eru tøkir hesa ferð. Alexander Jovevic hevur verið skaddur, men hann hevur vant í hesi vikuni. Tað hevur álopsspælarin Sasa Jovanovic ikki. Hann hevur verið skaddur í nakrar vikur, og hann verður ikki við í morgin.
Í vikuni hevur ÍF gjørt avtalu við Helga L. Petersen, sum eisini í fjør var partur av ÍF liðnum.
Í Sundalagnum hava teir ikki havt serligar stundir at slikka sárini eftir óvæntaða tapið síðsta sunnudag í Sarpugerði. Síðani lutur varð drigin í europeisku kappingunum hevur prátið snúð seg um avbjóðingina ímóti Manchester City. Á fundi mikukvøldið vórðu tey, sum standa felagnum nær, kunnað um allar tær uppgávurnar, sum bíða, tá ið fína vitjanin úr Manchester verður.
Inntil tá snýr tað seg hjá Sigfríða Clementsen um at fáa spælararnar fult og heilt at savna seg um avbjóðingarnar í landskappingini. Tað verður roknað við, at bæði Anders Post Jacobsen og Peter Foldgast verða ímillum teir fyrstu ellivu á Varmakeldu. Tann fyrri nevndi var á vøllinum í Gøtu seinastu sjey minuttirnar, og tann seinni var á vøllinum í ein tíma.
Mikkjal Thomassen er framvegis skaddur í hælsinuni, og Høgni Zachariassen hevur framvegis trupulleikar av brotna arminum. Tað varð roknað við og vónað, at Høgni skuldi verða tøkur aftur til seinastu umførini undan summarsteðginum. Høgni hevur vant nakað, men nú er tað greitt, at hann ikki verður tøkur hesu megin summarsteðgin og neyvan heldur í sambandi við dystirnar ímóti Manchester City.
Myndatekstur:
ÍF hitaði væl upp til Varmakelduna við sigrinum mikukvøldið, meðan EB/Streymur hevur tapt fyri fyrstu ferð
savnsmynd