ÍF hevði málmøguleikarnar til at sigra á TB

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Dánjal á Lakjuni bleiv skiftur inn í seinna hálvleiki, og mátti av vøllinum aftur, tá ein skaði lúrdi

Dánjal á Lakjuni kom inn fyri ÍF í 2-2 javnleikinum ímóti TB í Fuglafirði í 56. minutti. 18 minuttir seinni mátti hann av vøllinum aftur, tá tað sá út til, at hann hevði fingið ein skaða, tá hann kom skeiv niður, men Dánjal á Lakjuni kann staðfesta, at tað gjørdist ikki so álvarsamt, og hann er klárur at tørna út fyri ÍF aftur í útidystinum ímóti Skála komandi fríggjakvøld.

 

Dánjal á Lakjuni heldur, at ÍF átti at havt tryggjað sær trý stig í dag, tí teir høvdu væl fleiri málmøguleikar, ikki minst tá teir høvdu eina 2-1 leiðslu áttu teir at havt bygt uppá leiðsluna, og tí eru hann og liðfelagarnir vónbrotnir av, at talan bert gjørdist um ein 2-2 javnleik ímóti TB í dag. At ÍF gjørdust ein maður færri, tá Kristoffur Jakobsen var vístur av vøllinum gjørdi ikki støðuna lættari ímóti dystarenda.

 

Dánjal á Lakjuni staðfestir tó, at teir ætla sær at enda fyrru hálvu væl við einum sigri á Skála komandi fríggjakvøld. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina telefonsamrøðu Rás2 hevði við Dánjal á Lakjuni fyri løtu síðani. 

 

(Savnsmynd: if.fo)