Fótbóltsári_ í Klaksvík er li_ugt. At loki_ var smekka_ í longu undan sí_sta heimadystinum sást á ásko_arafjøldini. Hon man sjáldan hava veri_ so lítil, sum hon var hesa fer_, tá i_ besta KÍ li_i_ hevur spælt á heimavølli. Men so skal beinanvegin leggjast afturat, at ta_ leingi sást líti_ ? ógvuliga líti_ ? til, at ta_ var besta li_i_ hjá KÍ, sum var á vøllinum.
Hugbur_urin var ússaligur. ÍF hev_i gjørt álvara av møguleikanum, sum var nevndur í bla_num leygardagin. Bartal Eliasen, Rúni Elttør og Fritleif í Lambanum vóru ikki á li_num. Teir vór_u spardir til avgerandi strí_i_ móti B71 um rættin til sí_sta plássi_ í bestu deildini.
Fleiri, sum hava spælt millum líti_ og einki á besta ÍF li_num í ár, fingu møguleikan hesa fer_. Eitt nú Bár_ur á Lakjuni, sum var mi_vallari í vinstru og sum kom á málskjúttaralistan. Bár_ur hevur so at siga ikki vant í ár, tí hann hevur veri_ so ska_aplága_ur. Men í ney_ini orsaka av fólkatroti høvdu teir hesa fer_ heitt á hann um at spæla vi_. Ein annar var Frank Poulsen, sum loysti Bár_ av og harvi_ spældi fyri fyrstu fer_ í 1. deild,og ein tri_i var John Thomsen, sum ikki hevur veri_ vi_ í ár, men sum loysti av á mi_vøllinum.
Karstin í hopla
Í Klaksvík var_ nevnt, at hetta kanska var gott høvi at fáa sta_fest, hvør av teimum bá_um klaksvíkingunum í málunum er betri fyri at loysa Jákup Mikkelsen av.
Karstin Joensen í ÍF málinum gjørdi framúr gó_a reklamu fyri sær sjálvum. Serliga í 1. hálvleiki hev_i hann fleiri rimmar bjargingar. Ikki minst tá i_ KÍ li_forma_urin, Atli Danielsen, royndi seg vi_ stútara, og tá i_ Ovi Nysted, sum hesa fer_ var í mi_verjuni, royndi seg vi_ skoti, bjarga_i Karstin Joensen frágera væl.
Fyri ta_ mesta var KÍ uppspæli_ so líti_ sannførandi, sum ta_ ofta hevur veri_ fyrr í ár. Langar sendingar til skjótu álopsmenninar var reseptin, men ta_ spurdist líti_ burturúr. Flestu sendingarnar vóru ikki nóg neyvar, og ÍF verjan var stinn.
Í hinum endanum hev_i dreingjali_sspælarin Mathias Samuelsen enn eina fer_ fingi_ møguleikan, tí Jákup Mikkelsen ikki var nóg væl fyri at spæla og harvi_ á vøllinum at siga farvæl vi_ KÍ vi_haldsfólkini. Illa manna_a ÍF li_i_ megna_i fleiri fer_ir at seta líti_ sannførandi heimali_i_ undir tr_st, og undan ste_ginum megna_i ÍF at leggja seg framum bæ_i 1-0 og 2-0.
Eftir miss í KÍ uppspælinum fóru fuglfir_ingarnir ígjøgnum í bor_inum, bólturin var_ sendur innfyri máli_, har Magni á Lakjuni ikki var_ ansa_ur. Tílíkan møguleika sigur so royndur spælari vi_ so miki_ gó_um bóltførleika sum Magni á Lakjuni ikki nei takk til. Hann tamdi og setti framvi_ Mathiasi Samuelsen, sum var sakleysur.
Í seinna førinum, tá i_ ta_ var Bár_ur á Lakjuni, sum átti sí_sta fótin á, var KÍ málverjin ikki heilt so sannførandi, sum hann annars var fyri ta_ mesta. Bár_ur royndi seg vi_ skoti úr vinstru. Stø_an sá ikki so vandamikil út, men bólturin smeyg sær í máli_, og harvi_ sá ta_ alt anna_ enn ljóst út hjá KÍ, tá i_ li_ini fóru at hvíla seg.
Hetta var merkisverd stø_a, tí ta_ kundi hugsast, at heimali_i_ hev_i meiri at spæla fyri enn gestirnir. ÍF var longu frammanundan í tí stø_uni, at teir vóru á níggjunda plássinum, og harvi_ skuldu teir spæla um rættin at halda fram í deildini. Um KÍ vann, og ta_ annars vildi væl vi_, kundu teir enda á fjór_a plássinum, me_an tap bar møguleika fyri áttanda plássinum vi_ sær.
Tóku sær um reiggj
Beinanvegin eftir ste_gin fekk KÍ mál. Ta_ hev_i vi_ sær, at eitt vet meiri av fer_ kom á heimali_i_. Arnhold Joensen sendi innfyri ? ta_ tóktist sum um talan var um skotroynd ? bólturin fór til Jacob Bymar, og so var mál.
Útjavnandi máli_ skora_i Erling Fles. Eftir innlegg frá Jacob Bymar var ÍF verjan óskipa_, og so var líti_ fyri hjá Jan Andreasen at skjóta bóltin í máli_.
KÍ guva_i ví_ari og fram móti dystarenda skora_i Erling Fles sigursmáli_. Hesa fer_ina kom innleggi_ frá Símuni Joensen, sum eftir ste_gin var fluttur av vongverjanum og á mi_vøllin í vinstru. Erling Fles var fyrstur á, lyfti upp um málverjan og í máli_.
KÍ-ÍF 3-2 (0-2)
0-1: Magni á Lakjuni 29.
0-2: Bár_ur á Lakjuni 40.
1-2: Jacob Bymar 48.
2-2: Jan Andreasen 73.
3-2: Erling Fles 78.
Dómari: Dagfinn Olsen
KÍ: Mathias Samuelsen ? Jan Andreassen, Ovi Nysted, Niclas Niclasen, Símun Joensen ? Arnhold Joensen (Kristian á Lakjuni, 83.), Jan Joensen, Atli Danielsen, Frank Joensen (Tór_ur Lervig, 51.) ? Jacob Bymar, Erling Fles
Gult kort: eingin
ÍF: Karstin Joensen ? Teitur Joensen, Høgni Madsen, Áki Petersen, Ey_olvur R. Petersen ? Ey_un Rygshamar, Gunnar Nielsen, Høgni Zachariasen (John Thomsen, 71.), Bár_ur á Lakjuni (Frank Poulsen, 81.) ? Sylla Amed, Magni á Lakjuni (Bartal Eliasen, 57.)
Gult kort: eingin