ÍF hevði fund um framtíðina

Fríggjakvøldið skipaði ÍF fyri pallborðsfundi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Yvirskriftin fyri fundinum var "Hvat vilja vit við ÍF fótbólti?". Fimm mans vóru í pallborðinum, sum hevði stuttar framløgur og svaraði spurningum frá teimum sløku 50 fólkunum á fundinum. Í pallborðinum vóru John Petersen, Jón Simonsen, Sølvi Reinert Hansen, Eyðun Klakstein og Rógvi Róin. Á fundinum varð tosað um fótbóltsvenjing, kringumstøður og møguligt samstarv ella samanlegging við onnur feløg. Fundarfólkið var positivt sinnað mótvegis øktum samstarvi við grannafeløgini.