Oddaliðið ÍF fekk leygardagin sín fyrsta sigur eftir summarsteðgin, tá B36 varð sent heimaftur við einum 1-0 tapi.
ÍF helt sostatt fast við oddasessin í 2. deild um vikuskiftið, og tá Sumba tapti í Klaksvík øktist munurin niður til næstfremsta liðið, sum nú er TB, fýra stig.
Fuglfirðingar hava vunnið allar sínar heimadystir í hesum kappingarárinum, og hendan góða vanan hildu fuglfirðingar aftur fast við.
Fáir málmøguleikar
ÍF hevur sambært hagtølunum bestu verjuna í 2. deild, men tað eru hinvegin fleiri lið, ið hava skotið nógv fleiri mál enn ÍF.
Fyri steðgin hevði ÍF takið á dystinum og legði trýst á B36-verjuna. Hóast leikliga yvirvág eydnaðist tað ongantíð at spæla seg fram til ein opnan málmøguleika í fyrra umfari.
Hvørja ferð ÍF nærkaðist B36 brotsteiginum vantaði altíð tann síðsta og avgerandi avleveringin.
B36 hevði hinvegin torført við at flyta spælið niðan á hálvuna hjá mótstøðuliðnum, og B36-ararnir fullu ferð eftir ferð í ta vælvirkandi ragnstøðufelluna hjá ÍF.
Lívligari eftir steðgin
Hevði fyrri hálvleikur verið heldur fátækur fyri málmøguleikar, kom meira ferð á í seinna hálvleiki, og bæði liðini skaptu fleiri møguleikar. ÍF hevði framvegis munin leikliga, men B36 svaraði nú aftur.
ÍF hevði tveir serliga stórar málmøguleikar eftir steðgin, og var tað Hanus Eliasen, sum var tann stóri syndarin í hesum sambandi. Tveir ferðir kom hann at standa rættiliga leysur í brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í netið. Fyrru ferðina bjargaði málverjin Magnus Poulsen, og seinnu ferðina fór bólturin dygst framvið stongini.
B36 hevði eisini ein gyltan møguleika, áðrenn ÍF legði seg framum. Hetta hendi, eftir at málverjin hjá ÍF spældi bóltin beint fyri føturnar á Áka Mørk í álopinum. Áki fór framvið málverjanum, men fór síðani um koll. Dómarin lat ikki við seg koma, hóast B36-ararnir mótmæltu harðliga, at einki brotsspark varð dømt.
Útskifting avgerandi
Móti endanum av dystinum gjørdi venjarin hjá ÍF eina serstakliga hepna útskifting. Hann setti Rúna Petersen inn í álopið, og Rúni skeyt eisini sigursmálið.
Hetta kom eftir innkast í vinstru síðu. Bólturin varð tveittur til Rúna, sum vendi sær og gúppaði bóltin innfyri. Hóast tað helst ikki var ætlanin, so fór bólturin uppum málverjan og í netið til endaliga úrslitið 1-0. Málið kom tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla.
Í seinastu løtu fekk B36 ein góðan møguleika at javna, men Tórálvur Poulsen skeyt framvið málinum, tá hann var púra leysur við málverjanum.
Annars kann nevnast, at hetta var fyrsti landskappingardysturin á nýggja undirlagnum í Fuglafirði, sum er eins teir nýggjastu vallirnir í Føroyum.
ÍF-B36 1-0 (0-0)
1-0: Rúni Petersen