ÍF heldur stílin

Fuglfirðingar verða ringir at taka hjá hinum. Tað fekk Mjølnir at kenna í gjár, og nógv bendir á, at hini fáa somu lagnu, so hvørt sum tey møta ÍF, ið tykist sita trygt á oddasessinum

Hóast tað kanska onkuntíð hevur sæð meira sannførandi út hjá fuglfirðingum, var avrikið á Kambsdali í gjár í øllum førum nóg mikið til at vinna á Mjølnir. Fyri ÍF ræður bara um at halda seg framman fyri hini, tí so er finalusessurin vísur um tveir mánaðir, men fyri klaksvíkingar merkti tapið, at eitt petti framvegis er upp til oddaliðið.
ÍF vann síni sett rímiliga trygt, og serliga var Rúni Weihe eyðsýndur servunum og ikki minst álopsspælinum, har tað ongantíð eydnaðist blokkinum hjá Mjølnir at fáa fatur í honum. Somuleiðis spældi ungi Bárður Jacobsen ein sera góðan dyst á ÍF-liðnum.
Í øðrum setti, tá Mjølnir endaði omaná, komu klaksvíkingar væl frá byrjan, so ÍF alla tíðina mátti taka til takkar við at renna aftaná. Avgerðin fall seint, men Mjølnir hevði munin og hevði í hesum settinum sína bestu løtu í dystinum.
Júst hesi bæði liðini møtast í steypafinaluni, so hetta var eitt slag av aðalroynd, hóast nakrar vikur eru enn, til stóri finaludagurin verður. Men hesin dysturin vísti í øllum førum, at Mjølnir helst skal fáa bæði eitt og annað upp á pláss, skal tað tá eydnast at taka ÍF, sum í sínum lagi ferð eftir ferð sær út til at hava tamarhald á mótstøðuni.