ÍF heldur oddastøðuna

TB kiksaði fyri triðju ferð í ár ímóti ÍF, og á Giljanesi vann Fleyr óvæntaðan sigur á Drátti

Kvinnuflogbóltur

Endaspælið hjá kvinnunum byrjaði vikuskiftið fyri jól, og alt fyri eitt stóð toppuppgerð á skránni.
Úr TB vóru boðini eftir grundspælið, at nú skuldu restina av dystinum vinnast, men longu í fyrst royndioni miseydnaðist hetta, og enn einaferð vóru tað ÍF, sum gjørdu av við TB.
Báðu ferðirnar liðini hittust í grundspælinum, eydnaðist tað ÍF at vinna sær stigini, og nú stigini av álvara eru farin at telja, eydnaðist tað aftur hjá fuglfiriðngunum, sum sostatt hava lagt seg á odda í bestu deildini. Talan var tó ikki um nakran lættan sigur, men í fimta og avgerandi settinum var tað sum um, at ÍF nú hevur fingið sálarligu yvirvágina á TB, og tað var fyrst og fremst hendan, sum gjørdist avgerandi.
Á Giljanesi var Fleyr á vitjan, og roknað varð við, at hetta at kalla var avgreiðsluspurningurin hjá Drátti. Fleyr tók tó heimaliðið fullkomuliga á bóli, tá tær vunnu sín bara næsta sigur á árinum, og við hesum lyftu seg av niðasta sessinum, har tær annars hava hildið til, síðani tær taptu seinna dystin móti KÍF í grundspælinum.
Hitt botnliðið, KÍF, megnaði ikki at gera stórvegis, tá Mjølnir vóru á vitjan hjá teimum. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 3-0 sigur til Mjølnir, sum soleiðis halda fast í síni avbjóðing til gullmerkini, sum nú hava verið í útlegd úr Klaksvíkini í tvey ár.
Enn er tó einki avgjørt. Fuglfirðingarnir eru kanska tær, sum eru best fyri, men bæði TB og Mjølnr eru framvegis somikið væl við, at alt má sigast at vera opið.
Hvussu tað fer at tørna út, tá alt veruðr talt sama veldst í stóran mun um, hvussu tað fer at ganga í innanhýsis dystunum millum oddaliðini.