ÍF heldur fram

Oddaliðið EB/Streymur er í trongum skóm á heimavøllinum við Margáir. Fimm minuttir undan steðginum hava fuglfirðingar økt um leiðsluna, sum nú er 2-0.

Talan var um fínt snarálop, eftir at EB/Streymur hevði mist bóltin í álopsroynd. Málskjútti hjá ÍF var Sasa Jovanovic.