ÍF-Mjølnir 3-1 (25-21, 26-28, 25-23, 25-18)
Toppur og botnur møttust á Kambsdali sunnudagin, tá ið Íf tók ímóti Mjølni í meistaradeildini hjá kvinnum. Undan dystinum mátti ÍF metast a vera stórfavorittur, tí tær lógu á fremsta plássi, meðan Mjølnir lá aftast.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jøvn byrjan
Oddaliðið úr Fuglafirði var eisini liðið, sum fekk betru byrjanina henda dagin. Í fyrsta settinum løgdu tær seg á odda tíðliga í settinum. Tær spældu heldur betri enn Mjølnir, og móti endanum gjørdist greitt, at hetta fór at gerast trupult hjá Mjølni. ÍF megnaði at halda leiðsluni allan vegin, og fyrsta settið vunnu tlr 25-21.
Í øðrum setti var gongdin tó ein heilt onnur. Sjálvt um munurin ikki hevði verið tann heilt stóri í fyrsta setti, so var Mjølnir nógv betri við í øðrum setti. Nú trýstu tær rættiliga ÍF, og móti endanum av settinum gjørdist greitt, at her fór at gerast spennandi. Síðstu bóltarnar megnaði Mjølnir tó at halda høvdið kalt, og so vunnu tær annað sett 28-26.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ÍF avgjørdi
Í triðja setti var aftur sera javnt. Liðini fylgdust uppeftir, og munurin bleiv ongantíð serliga stórur. ÍF hevði kanska munin, men tað var sum so ikki nakað at snakka um. Móti endanum stóð á púra jøvnum millum liðini, men hesaferð var tað ÍF, sum kláraði at stýra nervunum, og tær vunnu triðja settið 25-23. Nú førdi ÍF 2-1, og so var líkt til, at oddaliðið var við at tryggja sær enn ein sigur.
Hevði spenningurin verið í hæddini fyrstu trý settini, so var einki ivamál um útfallið í fjórða setti. Her var ÍF snøgt sagt nógv betra liðið. Mjølnir kom ongantíð rættiliga fyri seg, og munurin millum liðini gjørdist bara størri og størri, sm settið leið. At enda vann ÍF ein tryggan 25-18 sigur, og sostatt vunnu tlr dystin 3-1.
Við sigrinum halda tær fast um oddasessin, har tær nú eru trý stig frammanfyri Drátt, og fýra stig frammanfyri SÍ, undan dystinum hjá hesum báðum liðunum mánakvøldið.