ÍF heldur fast um góðu støðuna

ÍF megnaði at venda einum hóttandi tapi til ein tepran sigur í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær vitjaðu hjá KÍF í Kollafirði. Við sigrinum heldur ÍF fast um góðu støðuna, meðan KÍF enn liggur í botninum.

KÍF-ÍF 2-3 (25-19, 29-27, 16-25, 16-25, 12-15)


ÍF tryggjaði sær ein týdningarmiklan sigur í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær vunnu harða útidystin ímóti KÍF. Tað leikaði tó hart á hjá kvinnunum úr Fuglafirði, sum taptu fyrstu tvey settini, áðrenn tær komu í gongd. Tær vístu tó góðan vilja og megnaðu at berja seg inn aftur í dystin, sum tær at enda vunnu 3-2.
 
KÍF legði hart út
 
Í byrjanini var annars einki sum bendi á, at ÍF fór at vinna dystin á botnliðnum. KÍF legði bragdliga fyri, og kvinnurnar úr Kollafirði vunnu eisini fyrsta settið. ÍF kom á odda 0-3 beinanvegin í hesum settinum, men KÍF svaraði skjótt aftur. Nakrar bóltar seinna hevði KÍF javnað út, og so fylgdust liðini í eina løtu. Mitt í fyrsta setti megnaði KÍF tó at vinna seg fram við ÍF, og at enda vann KÍF settið trygt, 25-19.
Í øðrum setti legði ÍF betri fyri. Eftir eini løtu høvdu tær vunnið seg fram um 8-12, og henda munin hildu tær leingi. Seint í settinum vann ÍF ein týdningarmiklan bólt og legði seg harvið á odda 15-20, og so tóktist settið avgjørt. Men KÍF-kvinnurnar vildu ikki geva skarvin yvir. Tær kempaðu um hvønn bólt, og av næstu sjey bóltunum vann KÍF seks teirra, og so stóð á jøvnum 21-21. Eftir hetta skiftust liðini um at føra, men at enda dró KÍF longra stráðið. Tær vunnu annað sett 29-27.
Hesi bæði fyrstu settini fekk KÍF spælið at hanga saman. Móttøkurnar vóru góðar, álopið koyrdi væl, blokkurin riggaði og so vístu leikararnir eisini rætta viljan, sum hevur manglað síðstu dystirnar.
 
ÍF vendi dystinum
 
Men so kom vend í dystin. KÍF dovnaði nakað í triðja setti, og hetta gav ÍF ein nýggjan møguleika at koma inn í dystin. Henda møguleika tóku ÍF-leikararnir við opnum ørmum. Eftir lítlari løtu førdi ÍF 2-8, og henda leiðslan bara øktist. At enda vann ÍF triðja sett 16-25, og her var munurin stórur á liðunum. ÍF var snøgt sagt betri í øllum fasum av spælinum, og nú sá út til, at glið var komið á spælið hjá toppliðnum.
Gongdin í fjórða setti var nakað tann sama. Her var KÍF betri við fyrstu løtuna, og tær vóru eisini framman fyri 10-9, men so dró ÍF frá. Løtu seinni førdi ÍF 11-16, og so økti ÍF enn meir um leiðsluna. Hetta settið vann ÍF eisini 16-25, og nú stóð illa til hjá illa sperdu KÍF-kvinnunum. Tær tóktust hava mist trúnna at vinna, samstundis sum ÍF nú veruliga hevði fingið glið á sítt spæl.
 
Helen gjørdist avgerandi
 
Nú skuldu liðini út í ein altavgerandi javnbrótara fyri at finna ein vinnara, og her kom rutinan ÍF til góðar. Stóran part av dystinum hevði ÍF lagt nógv á herðarnar hjá Helen á Lakjuni, og serliga hon vísti høgan klassa í fimta setti. Mest sum allir bóltarnar fóru til hana, og í flestu førunum takkaði hon fyri álitið og knallaði bóltin í gólvið. KÍF royndi tó at fylgja við, men alt settið haltaðu tær aftanfyri rutineraðu fuglfirðingarnar. Seint í settinum førdi ÍF 7-12, tá KÍF tók time-out. Eftir hetta gjørdi KÍF eina seinastu roynd at koma aftur í dystin. Tær megnaðu eisini at vinna seg upp á 12-14, men so steðgaði. ÍF vann síðsta bóltin, og sostatt fingu tær vent einum hóttandi tapi ímóti einum av botnliðunum til ein sera týdningarmiklan sigur, ikki minst takkað verið eini vælleikandi Helen á Lakjuni, sum veruliga traðkaði til, tá ÍF hevði brúk fyri henni.
Við sigrinum heldur ÍF trýstið á Drátti, samstundis sum tær nú hava vunnið seg fram við TB, sum er dottið niður á triðja pláss. Hjá KÍF kom ósigurin illa við. Hetta er triðju ferð í ár, at tær tapa ein dyst eftir javnbrótara, og hetta er eisini sjeyndi ósigurin á rað. Tær liggja enn í botninum, og okkurt skal broytast, um liðið ætlar sær longur upp eftir stigatalvuni.