Fá hava roynt rúsevnir

Miðlahúsið hevði herfyri eitt átak, ið vísti á trupulleikar, avleiðingar og vandar av rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Vit tosaðu við avvarðandi og myndugleikar, ið vístu á trupulleikar, ið standast av at ung detta í misnýtslu.

 

Heilsukanningin av 9. flokkum kann staðfesta, at trupulleikin er ikki so útbreiddur, men meira isoleraður enn so.

 

Til dømis vórðu tað 94.1%, ið siga seg ongantíð hava roynt marihuana ella hassj, meðan 1.2% høvdu roynt tað teir seinastu 30 dagarnar. Talið var 1.3% seinastu kanning.

 

Viðvíkjandi teimum hørðu rúsevnunum, eru tað ógvuliga fá, ið hava roynt tað.
99.6% hava ongantíð roynt ecstasy, 99.8% hava ongantíð roynt amfetamin og 99.6% hava ongantíð roynt kokain. Somu tøl gera seg galdandi fyri teirra, ið ikki hava roynt tað seinastu 30 dagarnar.

 

Hetta er í samsvar við tað, ið m.a. SSP umboðið, ið Miðlahúsið hevði við í panelfundinum, segði.
Mariann Reinert segði, at tað var umráðandi ikki at gera hetta til ein samfelagstrupulleika, men til ein trupulleika, ið var stórur har hann rakti.