Fuglfirðingar verða sunnudagin vertir í oyggjauppgerð. NSÍ fer til Fuglafirðar, og tað gongur framvegis striltið hjá Alberti Ellefsen at seta besta liðið. Clayton Soares og Bogi Reinert Petersen hava verið at sæð á vøllinum í Fløtugerði í vikuni, men teir hava ikki vant saman við hinum, og tað verður ikki roknað við, at teir verða førir fyri at spæla ímóti NSÍ.
Fimm tær seinastu ferðirnar í landskappingini hevur ÍF ikki megnað at vinna, og hóast avrikið í 2. hálvleiki ímóti KÍ í steypakappingini var gott, so kom einki burturúr í álopsspælinum, og KÍ vann 1-0.
Hjá NSÍ er tað upp og niður. Sunnudagin var steypasigurin á Skála so sannførandi sum 3-0, og í landskappingini endaði tað næstsíðsta sunnudag við 4-0 tapi á heimavølli ímóti HB.










