ÍF ? SÍ 3 ? 0 (25-18, 25-12, 25-15)
Flogbóltur, meistaradeild menn
Steypavinnararnir ÍF vunnu dystin á SÍ um vikuskiftið. Tað var nú ikki annað væntandi, tí ÍF er sera væl fyri, og SÍ hevur als ikki fingið nakað at borið til hetta kappingarárið. Til henda dystin var Jón Nielsen við á liðnum hjá SÍ, men Suni Hansen er skaddur og Anfinn Joensen hevði forfall, og so tynnist stórliga á annars unga SÍ-liðnum.
Hjá ÍF liggur sera væl fyri. Teir megnaðu sjálvir at vinna 2 stig hetta leikumfarið, og Mjølnir tapti í Havn, so nú eru teir 4 stig frammanfyri Mjølnir, so alt bendir á, at greipan endar í Fuglafirði. Í hesum dystinum bar til hjá ÍF at royna ymiskar uppstillingar, so allir menn sluppu at royna seg. SÍ var í 1. setti rættiliga væl við alla tíðina, men tó var ÍF so mikið frammanfyri, at ongantíð var ivi um hvør fór at vinna. Í hinum báðum settunum hevði ÍF fullkomið tak á øllum og kundi lættliga taka stigini heim.
SÍ er framvegis á endaplássinum og hevur einki stig fingið enn. Fyrst í kappingarárinum sá alt so ljóst út hjá SÍ, men tíverri hava nógvir trupulleikar verið í kappingarárinum. Vónandi fáast hesi viðurskifti í rættlag, tí nógvir ungir góðir leikarar eru í SÍ.