Á portalinum í gjárkvøldið nevndu vit, at Knút Vesturtún hevur gjørt av at spæla við ÍF seinnu helvt av kappingarárinum.
Men umframt Knúts, sum kemur úr EB/Streymi, hevur ÍF eisini fingið tveir aðrar spælarar.
Viggo Johannesen er upprunaliga úr ÍF, men seinastu tvey kappingarárini hevur hann verið í NSÍ. Hetta kappingarárið hevur hann tó illa havt stundir til Formula-fótbólt og ta venjing, sum hetta krevur, men nú fer hann so at tørna út fyri ÍF.
Tað hevur Helgi L. Petersen eisini. Rituvíkingurin gjørdi í vetur sáttmála við B36, men vaksandi arbeiðsuppgávur í borgarliga starvi hansara gjørdu, at hann illa fekk gjørt somikið nógv við fótbóltin, sum kravið frá høvuðsstaðarfelagnum var. Og tí samdust partarnir skjótt um at strika sáttmálan.