Bankar
Í stuttum er greiningin positiv og staðfestur, at ágangurin, sum herfyri var á Ísland og íslendsku bankarnar, var misvísandi og ógrundaður. Aðrir greinarar taka nú undir við hesum.
Moody's gevur Íslandi framhaldandi kredittmetingina Aaa, ið er hægsta kredittmeting, og um útlitini sigur Moody's, at hesi eru støðug. Hendan kredittmetingin undirstrikar m.a., at íslendski búskapurin er av hægstu góðsku og at ein íløga í t.d. íslendsk statslánsbrøv ber við sær lægsta íløguváða. Um Ísland sigur Moody's, at kredittmetingin tekur støði í, at styrkin á íslendskum virkjum er høg, at almenna skuldin er lág og at íslendski búskapurin í verki hevur víst, at hann er mentur at standa í móti rembingum.
Ísland er eitt ríkt og framkomið ídnaðarland, sum stendur frammanfyri einari búskaparligari spjaðing, sum økir um ríkidømið og menningina av búskapinum. Hóast hetta vísast ávísir tjóðarbúskaparligar ójavnvágir, herundir ein økt skuld í útlendskum gjaldoyra. Hóast hendan skuldin stendst av dygdargóðum íløgum, í somu gjaldoyrum, soleiðis at netto skuldin er avmarkað, var tað m.a. hetta sum elvdi til harða ágangin á íslendsku bankarnar herfyri.
Sambært Moody's var hesin ágangurin yvirdrivin.
- Skuldin í útlendskum gjaldoyra hevur fíggjað útlendskar íløgur av høgari góðsku umframt at ognin og skuldin hjá íslendsku bankunum samsvarar væl.
Moody's sigur víðari, at: "Íslendska fíggjarkervið er vælrikið, væl kapitaliserað við hóskandi gjaldføri og tað er ført fyri at standa ímóti samstundiskomandi ágangi frá ógvusligum broytingum í gjaldoyranum, ognarprísum og ognargóðsku.
- Skuldi ein slíkur ágangur komið, er íslendska stjórnin væl fyri at taka sær av trupulleikunum, orskað at lágu almennu skuldini. Sammett við onnur framkomin ídnaðarlond við høgu kredittmetinini Aaa, er íslendska skuldini bert helvtin av miðalskuldini hjá hinum londunum.










