- Tað treyt ikki við føgrum orðum frá øllum politikarum, tá ið Løgtingið hevði aðalorðaskifti um integrasjón.
- Men enn sæst einki til, at nakar er sinnaður at gjalda fyri tey føgru orðini.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, staðfestir, at skulu vit integrera útlendingar í Førouyum, fellur tann stóra byrðan á Mentamálaráðið.
Men akkurát, sum starvsfelagi hansara, Kári P. Højgaard, ið umsitur integrasjónina, má Bjørn Kalsø eisini staðfesta, at øll tey føgru orðini vórðu ikki vekslað til pengar, tá ið fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram fyri einum góðum mánað síðani.
Hann heldur, at onkur tiltøk kunnu setast í verk innanfyri teir karmar, sum Mentamálaráðið hevur.
- Men skulu tiltøk, sum veruliga muna, setast í verk, verður neyðugt at játta mentamálaráðnum meiri pengar.
- Vit hava nógvar fyriskipanir í mentamálaráðnum. Og hóast nógvar virka væl, eru tær eisini hart fyrispentar fíggjarliga.
- Somuleiðis er nógvar av skipanunum rættiliga grundleggjandi tænastur, so tað ber rætt og slætt ikki til at skarva meiri burtur av fyri at seta miðvís integrasjónstiltøk í verk, sigur landsstýrismaðurin.
Annars dugir hann ikki at síggja, yvirhøvur, hvussu tað skal bera til at seta hesi tiltøkini í verk, sum skulu stuðla uppundir at fáa útlendingar og føroyingar at sameinast og samvirka í okkara samfelagi.
Hinvegin setir hann álitið á, at vil Løgtingið av álvara raðfesta integrasjónina, fer tað at síggjast aftur í fíggjarlógini, sum verður løgd fram í heyst.
Ikki fremmant
Bjørn Kalsø sigur, at tá ið samgongan samráddust um fíggjarkarmarnar, førdi hann tað fram í samgonguni, at skuldi integrasjónstiltøk setast í verk, var neyðugt við hægri játtan.
Sostatt er trupulleikin ikki fremmandur fyri samgonguni, leggur hann afturat.
Sjálvur ivast hann ikki í, at vit eiga at raðfesta integrasjónspolitikkin.
- Tá ið vit bjóða fremmandafólki hendavegin, eiga vit eisini at duga at taka ímóti teimum.
Hann heldur tískil, at samgongan eigur at tora at gera politiskar umraðfestingar og at játta meiri pening til hetta øki við teirri avleiðing, at okkurt annað bíðar.
Torir samgongan ikki tað, heldur Bjørn Kalsø, at samgongan eigur, at umhugsa at útvega landskassanum fleiri inntøkur.
Kortini sær hann ikki rættiliga fyri sær, at tað ber til at taka meiri frá fólki.
Men so er hin møguleikin at sleppa kravinum um at avlop skal vera á fíggjarlógini í 2016.
- Eg haldi ikki, at vit kunnu ikki áhaldandi hava hall á fíggjarlógini, tí so líða vit rentudeyðan. Men er talan um týðandi íløgur, sum í longdini eru ein vinningur fyri samfelagið, eiga vit eisini at tora at tosa um, hvussu fast vit skulu halda um kravið um avlop á fíggjarlógini í 2016, sigur Bjørn Kalsø.
LES EISINI GREININA: Eingin vælvild tá ið rokningin skal rindast
LES EISINI GREININA: Vitstu ikki, hvørjum beini tey skuldu standa á










