Nú stundar til jóla, og úr flestu stovum fara komandi dagarnir at hoyrast jólasangir og sálmar.
Millum kendastu jólasálmar okkara man vera Føgur er foldin, og hann er nú eisini deyvamálstulkaður.
Nám hevur latið úr hondum eina deyvamálstulkaða upptøku av sálminum Føgur er foldin, og tað er Meifríð Hansen, ið tulkar.
Álvur Christiansen syngur, og upprunaligu upptøkurnar eru gjørdar í Kelduni.
Sang: Álvur F. Christiansen - Judit R. Royðutoft
Klaver: Jógvan Andersen
Akk Gui: Kirstin Olsen
El Gui: Johnny Mikkelsen
Bass: Rógvi Jacobsen
Trummir: Jasmin Jovanovic
<iframe width="853" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/kriYXYlkl6U" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; clipboard-write; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>











