ÍF ? Mjølnir 3-2 (25-21, 23-25, 21-25, 26-24, 15-13)
Flogbóltur
meistaradeild, menn
Oddaliðini í føroyskum mansflogbólti brustu saman sunnudagin, og hetta var eisini á ein hátt ein styrkidystur í samband við steypafinaluna, sum liðini skulu leika 17. februar í Havn.
Stórur spenningur var undan dystinum, tí leygardagin hevði ÍF vunnið 3-2 í einum sera tøttum dysti ímóti Fram, meðan Mjølnir hevði tapt 3-0 ímóti Fleyr í Klaksvík.
Boban góðar servur
Mjølnir kom best frá byrjan og legði seg skjótt á odda 4-1, men við nøkrum sera góðum servum, vendi Bartal Eliasen 1. settinum og servaði heilt fram til støðuna 6-4, og tá kom meira javnt spæl ímillum liðini, Men tað sum veruliga koppaði 1. setti, var tá jugoslavin Boban hjá ÍF, við skiftandi longum og stuttum servum, órógvaði móttøkuna hjá Mjølni sera nógv, soleiðis at teir ikki megnaðu at koma í rættulig álop. Boban servaði frá 8 stigum og heilt upp á 13 stig.
Og tað sum eftir var av settinum royndi ÍF bert av vinna hvønn einstakan bólt aftur, soleiðis at teir kundu tryggja sær sigurin í settinum við 25-21.
Skifti Jóanes Polulsen inn
Í øðrum settin valdi Mjølnir at seta Jóanes Poulsen inn í staðin fyri Hjalta Josephsen. 2. settið gekk javnt á og liðini fylgdust allan vegin fram ímóti endanum, og støðurnar vóru t.d. 21-20-og 22-23 við Mjølni frammanfyri.
Men tað var Mjølnir, sum kláraði at vinna sigurin heim og var hetta uppiborið. Settið endaði 23-25.
Og eisini 3. settið vann Mjølnir, men við eitt sindur størri muni. Hjá Mjølni slógu Borco og Rúni Eltør nakrar góðar bóltar hetta settið, meðan tað vóru nógvir feilir gjørdir á ÍF liðnum.
Trygvi Poulsen, Mjølnir, sum undanfarnar dystir hevur verið ein av bestu miðáleyparunum, hevði tað ikki lætt inni á miðjuni, tí ÍF hevði lagt seg eftir at seta tveir blokkar á hann, soleiðis at hann ikki fekk eins nógv burtur úr, sum í øðrum dystum.
Spennandi 4. sett við løgnum enda
Í fjórða setti kom Mjølnir best frá byrjan og førdi fram til 10-9, men síðani skiftust liðini at vera frammanfyri fram ímóti endanum. Tað stóð nógv upp á spæl, og menn vóru heitir. Seinastu bóltarnir prógva hetta eisini, tí ikki minni enn 3 time-outs vóru tikin við hesar støðurnar: 19-22, 22-21 og 23-24.
Sjálvur endin á settinum gjørdist eitt sindur løgin. Mjølnir leikararnir vóru eitt sindir østir um ein bólt, sum teir mettu ein av ÍF-leikarunum hevði rørt tvær ferðir, men dómararnir vóru ikki samdir við Mjølnir-leikararnar í hesum, ella høvdu ikki sæð hetta. Støðan var tá 25-24 til ÍF og ÍF skuldi serva.
Endin varð, at dómarin gav einum at Mjølnir-leikarunum gult kort, og harvið fekk ÍF eitt stig og vann sostatt settið 26-24. Harvið var støðan 2-2 í settum.
5. og avgerðandi settið
Nógvir nervar vóru uppá spæl seinasta og avgerandi settið, og hetta sást beinan vegin frá byrjan. Men móti endanum sást, at tað m.a. var rutinan hjá Oddi Eliassen, hevaranum hjá ÍF, sum var við til at bjarga sigurin heim. Alla tíðina stríddist hann á sín róliga hátt at fáa teir bestu bóltarnar til sínar viðleikarar, og saman við tí róliga Boban, var hetta við til, at teir stríddus seg til sigur í tí seinasta settinum, hóast ÍF eitt skifti var aftanfyri 13-12. Settið endaði 15-13 til ÍF og seinastu servurnar átti Jann Á. Olsen, og eisini seinasti bólturin var nógv umrøddur, tí dómarin dømdi føring ímóti hevaranum hjá Mjølni, sum royndi at heva við einari hond.
Men samanumtikið ein sigur, sum kundi farið báðar vegir, og ein sera spennandi dystur, sum endaði við tí minst møguliga muninum.
Steypafinalan
Liðini møtast longu aftur um 14 dagar í føroysku Steypafinaluni, sum verður leikt í høllini á Halsi í Havn 17. februar.
Vónadi kunnu liðini leika eins væl tá, og víð líka stórum spenningi í hvørjum setti. Tí spennandi var tað.
ÍF hevur við sigrinum lagt seg á odda við 13 stigum ímóti 11 hjá Mjølni, men Mjølnir kann framvegis tryggja sær meistaraheitið við at vinna restina av dystunum, tí teirra settmunur er betri enn hjá ÍF. Og framvegis hava liðini ein dyst eftir sínamillum, sum verður í Klaksvík 10. mars.









