Fægst í Norðoyggjum, flest í Norðstreymi

Í Norðoyggjum er eru fægst limir í fólkakirkjuni, nevniliga 62%. í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru flest limir í fólkakirkjuni, har eru 91% limir

Tilsamans 41.272 føroyingar vóru limir í fólkakirkjuni við ársbyrjan. Tað svarar til 79,1%.

Talið er støðugt minkað seinastu árini. Tað var 84,3 prosent í 2001 og 79,7 prosent í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Teir 41.272 limirnir í fólkakirkjuni eru tó fleiri enn eitt ár frammanundan, tá ið talið var 40.871.

Ymiskt er kring landið, hvussu nógvar limir, fólkakirkjan hevur.

Í prestagjøldunum í Norðoyggjum eru 62 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru 91 prosent limir.

##med2##

##med3##

##med4##

Tað eru 61 kirkjur og trý bønhús í Føroyum. 26 prestar eru í fólkakirkjuni.

##med5##