ÍF fór suður til Trongisvágs við tí í huga at vinna fulla úrtøku. Tað eydnaðist, og harvið er ÍF framvegis næsti avbjóðarin hjá EB/Streymi. Sigurin bar sjálvsagt gott lag við sær í ÍF leguni, men tað er einki at liggja omaná, at hýrurin var uppaftur betri stóran part av tíðini, meðan ÍF í ikki serliga góðum líkindum stríddist við Stórá.
Orsøkin til avbera góða lagið millum trúføstu ÍF áskoðararnar var – umframt at teirra lið var á sigurskós – at HB legði so bragdliga fyri norðuri við Margáir. HB sigur hevði borið við sær, at ÍF varð nýtt topplið, um fuglfirðingar greiddu sín setning. Tað eydnaðist ikki ÍF at taka seg uppaftur meiri inn á EB/Streym, men FM møguleikin er framvegis har, hóast ÍF venjarin, Flemming Christensen, ikki vil hoyra talan um FM.
Fyrstu løtuna var tað heilt nógvur vindur og eisini oysregn í Trongisvági. Áskoðararnir, sum vóru komnir suður, høvdu ikki gjørt seg út til sovorðin líkindi, men sum tíðin leið, so sleit í, og í 2. hálvleiki var tað ikki so heilt galið við veðrinum.
ÍF og toppskjúttin
Clayton Soares hevur seinastu tíggju árini víst seg at vera ein av vandamiklastu málskjúttunum í landinum. Fyrstu umførini í ár vísti nýggi ÍF venjarin honum ikki serliga stórt álit, tí Clayton var fleiri ferðir bara á vøllinum í løtum – fýra ferðir varð hann skiftur inn, og fimm ferðir er hann skiftur út, veit faroesoccer at siga.
Nú er Cleyton fastur maður, og tað skuldi bara mangla. Saman við Páll A. Klettskarð í KÍ er hann toppskjútti. Fyrstu trý málini skoraði hann í 8. umfari í 4-1 sigrinum á útivølli ímóti HB, og í næstu uppgerðini, sum var á heimavølli ímóti FC Suðuroy, skoraði hann aftur tríggjar ferðir.
Ímóti TB í gjár fór Clayton fyri sættu ferð av vøllinum eftir at hava skorað í minsta lagi tvey mál.
ÍF hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki, og tað vóru ikki meiri enn fimm minuttir farnir, tá ið Clayton var upp á spæl. Eftir fína fríspæling frá Boga Løkin sendi hann av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru bóltin í handara síðunetið.
Eftir leiðslumálið var stórt trýst á heimaliðið. Nógvar spentar støður vóru í brotsteiginum frammanfyri Ivan Stojkovic – ikki minst eftir hornasparksinnlegg. Einki mál kom aftrat, og fyri ÍF kom tað sera dátt við, at ein av eyðsýndastu spælarunum seinastu ferðirnar – Bogi Løkin – eftir stóran hálvan tíma noyddist skaddur av vøllinum. Hann varð skaddur í fótinum, tá ið hann legði bóltin innfyri, og Bogi noyddist av vøllinum.
Ari Ó. Ellingsgaard loysti Boga av, og tað var um reppið, at Ari undan steðginum økti um leiðsluna, men eftir horna bjargaði Gilli Sørensen á strikuni, eftir at Ari hevði roynt seg við stútara.
Hóast teir høvdu lotið ímóti eftir steðgin og í útgangsstøðu vóru varnari, enn teir høvdu verið, so megnaði ÍF tíðliga at økja um leiðsluna. Enn eina ferð var Clayton Soares málskjútti, og hesa ferð var tað eftir gott uppspæl, har raski Dánjal á Lakjuni og Ari Ó. Ellingsgaard vóru við í uppspælinum.
TB trýst
Tvøramenn kendu seg ikki at hava marginalirnar á sínari síðu. Longu áðrenn ÍF setti hol á, var um reppið, at heimaliðið legði seg á odda. Skjóti Gilli Sørensen breyt ígjøgnum í vinstru, skotinum bilti einki, men ólukkutíð fyri Gilla og TB, so brast bólturin í stólpan og so út til málspark.
Tvey mála leiðsluna høvdu fuglfirðingar bara í lítla løtu. So javnaði Óli Johannesen. Tað gjørdi hann við rimmar frísparki úr 25 metrum og upp í málhornið aftanfyri landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen.
Málið gav blóð á tonna, og TB koyrdi á fyri at javna og harvið vinna stigið, sum kanska kann verða avgerandi fyri, um talan skal vera um leygardags ella sunnudagsfótbólt við Stórá næsta kappingarár.
Tað eydnaðist ikki at javna. TB royndi seg ofta við longum sendingum, men tað var torført, tí vindurin argaði. ÍF helt tørn, og tað kom ikki minst væl við, at royndirnar frammanfyri ÍF málið eru so nógvar: Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen, sum hevur verið ógvuliga stinnur í ár, vita, hvat tað snýr seg um.