Tað vakti ans, tá ið Uros Stojanov, sum tá var toppskjútti í føroysku kappingini, ikki var millum teir fyrstu ellivu, tá ið ÍF spældi í Klaksvík fyri knøppum tveimum vikum síðani. Toppskjúttin sat á beinkinum alla tíðina, og KÍ vann 6-0.
Talan var um taktiska avgerð, segði annar av ÍF venjarunum, Ólavur Larsen, í samrøðu við FM1, tá ið dysturin var av. Tað taktiska var, at Uros er boksspælari, og tað varð ikki roknað við, at tað fór at eydnast ÍF so ofta at vinna seg fram í KÍ brotsteigin.
Eingin ivi er um, at tá ið ÍF seinnapartin fær vitjan av Víkingi, verður Uros Stojanov millum teir fyrstu ellivu. Á kontuni hjá honum standa trý gul kort. Um hann hevði verið við ímóti KÍ og hevði sæð gula kortið, so hevði hann í dag verið leikbannaður.
Fuglfirðingar raðfesta grannauppgerðina ógvuliga frammarlaga, og hetta er dysturin, har teir vilja hava bestu menninar tøkar.
Tølini siga, at ÍF hevur betri møguleika at vinna stig ímóti Víkingi enn ímóti KÍ. Ímóti klaksvíkingum hevur ÍF tapt 4-1 á heimavølli og 6-0 á útivølli. Í Sarpugerði endaði grannauppgerðin við 2-1 ÍF sigri. Tað er søtasti ÍF sigurin higartil í ár, og fuglfirðingar bíða spentir eftir, um tað seinnapartin skal eydnast fyri aðru ferð í ár at vinna ímóti grannunum.
Uros Stojanov skoraði seinna ÍF málið í Sarpugerði. Hann hevur skorað 11 mál íalt – eitt færri enn toppskjúttin Jóannes Bjartalíð – og seinnapartin fæst at vita, um Uros fer at leggja seg undir liðina á toppskjúttanum ella kanska fer at vinna seg aftur á toppin.
Síðani sigurin í Gøtu hevur ÍF vunnið tvær ferðir, einaferð spælt javnt og tapt fimm dystir.
Síðani tapið ímóti grannunum hevur pílurin peikað rætta vegin hjá Víkingi, sum hevur vunnið fimm dystir og tapt tríggjar – ímóti KÍ, HB og B36. Fyri knøppum tveimum vikum síðani mundi tað kennast sum sera søtur sigur, tá ið Víkingur í Runavík vann grannauppgerðina 2-1.
Víkingur hevur 26 og ÍF 20 stig.
Felags fyri ÍF og Víking er, at allir spælararnir eru tøkir. Eisini Uros Stojanov, sum verður leikbannaður fríggjakvøldið í Streymnesi, um hann sær gula kortið ídag.











