Sumba-ÍF 0-4 (0-3)
2. deild
Fulgfirðingar avgjørdu dystin ímóti Sumba longu í fyrra hálvleiki, og hóast heimaliðið menti seg í seinna hálvleiki, komu teir ongantíð rættiliga afturíaftur.
ÍF var undan kappingarbyrjan roknað sum favorittur til uppflytaraplássið í 2. deild, men eftir vánalig úrslit tveir teir fyrstu dystirnar var nakað av glansinum farin av liðnum. Við rygginum ímóti múrinum kláraðu fulgfirðingar tó at sláa frá sær hesaferð.
Fyrru trý korterini í dystinum ímóti Sumba skoraði ÍF tríggjar ferðir, og tað tryggjaði teimum góða sigurin.
Fyrsta málið í dystinum syrgdu teir á heimaliðnum sjálvir fyri. Ein langur bóltur varð sendur fram í brotsteigin hjá Sumba. Høgni á Lakjuni royndi at sleppa fram at, men endin var, at Marlon Kjærbo stútaði bóltin upp um sín egna málverja og í málið.
Málið til 2-0 tóku fuglfirðingar sær av. Eitt gott uppspæl í síðuni endaði við, at bólturin varð sendur inn fyri málið, har Jan Jørgensen setti fótin á.
Uppspælið til triðja málið hjá ÍF var í sama stíli, men hesaferð var tað Eyðolvur Petersen, sum hevði seinasta fótin á.
ÍF einaferð afturat
Fyrra hálvleiki hevði ÍF greiða yvirvág í spæli, men í seinna hálvleiki menti heimaliðið seg. Sumba var tá aftanfyri 3-0, og hóast teir fingu fleiri málmøguleikar í seinna hálvleiki, eydnaðist teimum ikki at skora.
ÍF hevði eisini málmøguleikar, og einu ferðina eydnaðist teimum at gera mál. Sumba legði stóra orku í at trýsta frammi á vøllinum, og so var plássið gott, tá ÍF fór í mótálop. Jan Jørgensen fekk ein sending tvørtur um vøllin, og hann avgreiddi í málið við góðum skoti.
Við sigrinum á Sumba legði ÍF upp í kappingina um at flyta upp úr 2. deild, og hóast fleiri lið eru frammanfyri ÍF í løtuni, kann roknast við, at fuglfirðingar nú fara at seta størri ferð á. Men til tað krevst, at teir taka hvønn einasta dysti í eins stórum álvara, sum tá teir stóðu fyri fleiri góðum avrikum í steypakappingini.
Sumba-ÍF 0-4 (0-3)
0-1: Sjálvmál
0-2: Jan Jørgensen
0-3: Eyðolvur Petersen
0-4: Jan Jørgensen