Atlantic Petroleum hevur sett Mourits Joensen í starv sum fíggjarleiðari. Mourits Joensen er 35 ára gamal, og úr Hoyvík.
Hann hevur lisið búskaparfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Mourits Joensen hevur síðan 2007 starvast sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari hjá Arbeiðsloysisskipanini, umframt at hann hevur unddirvíst á Handilsskúlanum. Hann hevur áður starvast á vinnulívsdeildini hjá Eik banka og hjá Hagstovu Føroya.
Mourits Joensen byrjar í nýggja starvinum 1. mars.
Mourits Joensen verður fíggjarstjóri eftir at Teitur Samuelsen segði seg úr starvi 13. november í fjør.










