Politisk leiðsla
Politiska leiðslan, her løgtingið, hevur ábyrgdina av at seta karmar fyri landsstýrismenninar og taka avgerðir, sum hava týdning fyri virksemi hjá landi og kommunum uppá longri sikt. Síðan eiga landsstýrismenn og stovnsleiðarar at arbeiða út frá teimum givnu fortreytunum, sum ásettar eru og taka sær av at útinna virksemi best og bíligast.
Trupulleikar
Staðfestast kunnu hesir trupulleikar í politisku skipanini í sambandi við fíggjarstýring hjá landinum:
?Innsatsøkini verða broytt alt ov ofta. Ongin greiður boðskapur og ætlanir, men stýring frá ár til ár.
?Fíggjarlógararbeiði tekur nakrar fáar vikur í løgtinginum ? ósamanhangandi viðgerð, og tann, sum dugur gott lobby-arbeiði fær nøktandi játtan.
?Ongin politisk semja um langtíðar fíggjarætlan - rakstur og íløgur.
?Fíggjarlógin er mest ein talviðgerð og er ikki ein viðgerð, har farið verður afturum tølini við handlingum og ætlanum.
?Ongar rætningslinjur verða settar upp fyri tað almenna ? bara stovn fyri stovn, hvør sær.
?Samgonguskjalið er ov yvirordnað til strategiska fíggjarstýring.
?Vantandi samskipan av fíggjarpolitikkinum millum land og kommunur (er betra nakað seinastu árini).
?Leiðslukunningarskipanin hjá Gjaldstovuni framleiðir nógvar roknskaparupplýsingar ? spurningurin er, um hesir upplýs-ingar verða brúktir til at fremja neyðugar broytingar og betringar. Tað er ikki nóg mikið, at upplýsingar bara verða brúktir til at føra eftirlit og aftur eftirlit ? og ikki neyðugar broytingar. Tað gevur ikki framburð fyri samfelagið og landskassan at koyra frameftir við nógvari ferð og hyggja mest í bakspegli.
?Løgtingið kann sjálvt ikki halda sína egnu íløgujáttan ? sera óheppið signal um disiplinerandi atburð fyri onnur.
Víst verður á, at setast skulu stór krøv til landsstýrismenn og stovnsleiðslur ? hetta er ein sjálvfylgja. Samstundis er veruleikin tann, at somu fólk eru bundin "aftan bak" og hava als ongar veruligar heimildir at handla ella gera umdisponeringar. Næstan hvørja fer gerast skulu sparingar ella rationaliseringar, uttan mun til slag og stødd, verður sjálvt tað mest banala máli flutt á hægsta politiska stig niðan í løgtingið. Tað ber tí heilt einfalt ikki til at fíggjarstýra út frá hesum fortreytum
Avleiðingar
Omanfyri nevndu trupulleikar viðvíkjandi vantandi heimildum og vantandi politiskum málsetningum elva m.a. til, at landsstýrismenn og stovnsleiðarar í ávísum førum føla seg noyddan at flýggja undan ábyrgd og trupulleikum - mangement by peace. Hesi fólk kunnu koma illa fyri við at fremja skilagóðar broytingar og kunnu eisini lættliga fatast sum illoyal móti skipanini við at leggja upp til broytingar ella betringar.
Loysn
Tað er ein treyt fyri munadyggari fíggjarstýring hjá landinum í framtíðini, at bæði landsstýrismenn og stovnsleiðarar fáa eins stórar heimildir at taka avgerðir, sum tann ábyrgd, sum er áløgd teimum ? eitt nú fáa greiðar heimildir at fremja sparingar og rationaliseringar fyri at liva upp til ábyrgdina at halda játtanina, betra tænastuna o.a. Fyri nakrar størri landsstovnar eiga at verða settar nevndir millum landsstýrismannin og stjóran ella gjørdar umleggingar til partafelag.
Viðmerkjast kann, at neyðugar heimildir til landsstýrismenn og stovnsleiðarar tryggjar "slagstyrki".
Eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum løgtingið, landsstýrismenn og stovnsleiðslur, sum nevndar eru her, hava m.a. við sær, at innihaldið í politiska arbeiðinum hjá løgtinginum broytist munandi ? politisku leiðsluuppgávurnar fara at seta nógv størri krøv um at duga planlegging og organisering av samfelagnum, og krøv um setan av samfelagsligum langtíðarmálum. Tað verða ikki politisk persónmál, lokalmál ella smámál, sum fara at eyðkenna áhugan hjá vinnuni og borgaranum fyri politiska arbeiðinum í nærmastu framtíð.










