Fíggjarstøðan lammar KÍ

Klaksvíkingar vóru í ár teir fyrstu, sum sekkjaðu ein venjara. Boðini ta ferðina vóru, at úrslitini ikki vóru nøktandi, og vónin var tí, at nýggjur maður kundi vera við til at venda skútuni.
Soleiðis hevur tó ikki verið. Eitt sætta pláss er í sjálvum sær kanska eingin vanlukka. Men tá stigatalvan samstundis ber boð um, at bara eitt stig er niður á botnin, fer tað av álvara at stramma. Og tá avrikini hava verið somikið tunnlig, sum tey hava verið seinastu dystirnar, fara alarmklokkurnar av álvara at ringja.
- Talan er sjálvandi ikki um nakra góða støðu hjá okkum, sigur John William Joensen, sum hevur ábyrgdina av uttanhýsis samskiftinum hjá KÍ.
- Men samstundis, so vit bæði vit og spælararnir, at talan ikki er um nakra lætta loysn upp á trupulleikan. Vánaliga fíggjarstøðan ger, at vit ikki bara kunnu fáa spælarar uttan ífrá í tíð og úrtíð, og í so máta kanst tú væl siga, at vit eru nokk so lammaðir. Tí eru vit noyddir at dúva upp á okkara egnu spælarar, og um teir ikki megna tað, so megna vit tað ikki.
Men kann eitt felag sum KÍ liva við vandanum fyri at fara niður í aðru deild?
- Tað kunnu vit verða noyddir til. Tað er í øllum førum eingin, sum sigur, at KÍ ikki KANN flyta niður. Reglurnar er sera einfaldar í so máta, og ert tú ikki nóg góður, so flytur tú niður. Tað vita bæði vit og spælararnir.

Virða stevnurnar
Sum støaðn í KÍ er nú, so fekk tað ilt í fleiri, at KÍ hevði eftirlíkað ynskinum hjá VB, um at dysturin hetta umfarið varð fluttur til Vágs, heldur enn at verða spældur í Klaksvík.
- Tað er so ein avgerð, sum varð tikin fyrr í ár. VB spurdi, um teir kundu sleppa at spæla heimadyst um jóansøkuna, og hesum vildu vit ikki seta okkum upp ímóti. Fyrr var jú vanligt, at fótbóltskappingin varð løgd, so hon sampakkaði við stevnurnar, men tað hevur so ikki verið galdandi í ár. Vegna landsdyst høvdu vit ongan dyst har á norðoyastevnu, og ætlanin var so heldur ikki, at VB skuldi hava heimadyst um jóansøkuna. Har vildu vit ikki stilla okkum tvørar, og tí eftirlíkaðu vit ynskinum um at flyta dystin. Men sjálvandi kanst tú í bakspeglinum siga, at vit heldur burdi fingið dystin á heimavølli.

Vilja meira
Tað ljóðar nærum, sum er talan um eina mótfalna leiðslu, tá ljóti veruleikin bara uttan víðari verður góðtikin, men John William leggur dent á, at KÍ framvegis vil vera annað og meira enn botnlið.
- Vit halda í øllum førum, at vit hava tilfar til meira enn hetta. Og vit royna eisini at seta allar kreftir til. Sjálvandi vita vit, at menn sum Harley, Marek og Jan Joensen kanska ikki kunnu loysa spælið upp av sær sjálvum. Men teirra royndir og teirra verimáti kann vónandi stuðla upp undir hinar spælararnar í hópinum. Sjálvandi royna vit eisini at arbeiða við øðrum loysnum, men sum sagt, so er tað ógvuliga tungt, tá fíggjarliga støðan er somikið trong, sigur John William Joensen at enda.