Eitt av umboðunum hjá samgonguni á tingi, hevur ikki altíð sýnst at verið nøgdur við politisku gongdina og førda fíggjarpolitikkin. Fíggjarnevndarformaðurin Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum hevur meira enn einaferð sitið sum endaligi skansin við fótinum á bremsuni, tá landsstýrismenn hava ynskt sær meira pening og eykajáttanir.
Og Bjarni leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann verður spurdur, um tað er rætt, at hann ivast í førda fíggjarpolitikkinum og samsvarinum ímillum politikk og yvirordnaðu ætlan landsstýrisins um fullveldi.
Fullveldi speglast
enn ikki í fíggjarpolitikkinum
- Tað eg leggi dent á er, at vit hava greiðan politiskan málsetning um ríkisrættarligu viðurskiftini , ið endar við, at vit fara til Danmarkar at samráðast. Tað eg sum fíggjarnevndarformaður havi sagt er, at tað er ikki meira enn rímuligt, at samsvar er millum politisku ætlanina um ríkisviðurskiftini og førda fíggjarpolitikkin, sigur Bjarni Djurholm.
- Eg haldi fíggjarlógin skal vera spegilsmynd av yvirordnaða politikkinum og tað haldi eg ikki, at tað enn hevur verið møguligt at staðfesta, sigur fíggjarnevndarformaðurin.
- Fíggjarlógin fyri inniverandi ár hækkaði við umleið 100 milliónum og tað árið er farið eru vit nærum komin uppá 200 milliónir. Tað vil siga, at fíggjarlógin í ár er umleið 200 milliónir hægri, enn árið fyri, sigur Bjarni Djurholm, ið ikki sigur seg kenna komandi fíggjarlóg, men at nógv bendir á, at hon hækkar við 100 til 150 milliónum.
- Tað merkir, at vit uppá 2 ár hava hækkað fíggjarlógina við meira enn 300 milliónum krónum og so kann ein spyrja, um tað er í samsvari við yvirordnaða politikkin um ríkisrættarligu viðurskiftini. Tað seti eg eitt stórt spurnartekin við, sigur Bjarni Djurholm.
Rokningin hevur
ligið eftir í Danmark
Bjarni Djurholm vísir eisini á, at skal ein taka ábyrgd, so má ein eisini taka avleiðingarnar. Ein kann ikki rokna við, at danir framvegis gjalda.
- Vit hava yvirtikið ein hóp av verkum umstingarliga, t.d. skúlaverk og almannaverk, men rokningin hevur ligið eftir í Danmark. Men vit kunnu eisini yvirtaka sambært heimastýrislógini, har vit bæði yvirtaka umsitingarliga og taka fíggjarligu ábyrgdina. Danir hava latið sær lyndað, at vit ikki hava nýtt henda part, men bert fingið umsitingarliga partin og teir gjalda og vit ráða, sigur Bjarni Djurholm.
- Tá vit broyta ríkisrættarligu viðurskiftini til fullveldi, ella okkurt sum líkist, kunnu vit ikki rokna við, at danir fara at vera lagaligari mótvegis okkum, enn tað sum stendur í heimastýrislógini um, at umsiting og ábyrgd fylgist, heldur Bjarni Djurholm, sum enn ikki heldur seg hava sæð fullveldisætlanina endurspeglaða í førda fíggjarpolitikkinum.
Danska ískoytið er umleið 1/3 av inntøkum landskassans, men við ringvirkningum er talan um eini 50% av øllum inntøkum hjá landskassa og kommunum. Halda vit fram at vinda uppá hesa snældu, so verður galin endi, serliga um ein ætlar sær nakað annað politiskt, heldur Bjarni Djurholm.
- Vit liva, sum vit framvegis vilja hava eina veiting uttanífrá fyri einki, meðan vit vilja hava ábyrgdina her, staðfestir Bjarni Djurholm.