Løgtingsins fíggjarnevnd er í hesum døgum á uttanlandavitjan í Gibraltar. Fíggjarnevndin fór av landinum sunnudagin og komu til Gibraltar mánadagin.
Endamálið við vitjanini er at útvega vitan um hvussu onnur smá samfeløg, ið eru í líknandi støðu sum Føroyar, skipa síni viðurskiftir.
Serliga áhugavert fyri fíggjarnevndini er, at Gibraltar hevur upplivað ein øgiligan búskaparvøkstur síðstu árini, har ferðavinnan hevur verið drívmegin.
Á ferðini hevur løgtingsins fíggjarnevnd avtalað fundir við ymiskar ráðharrar í stjórnini.
Fíggjarnevndin vendir heim aftur til Føroyar fríggjadagin.










