Fíggjarnevndin tikið undir við eykajáttan til lestrarstuðul

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fegnast um, at Fíggjarnevndin í áliti sínum hevur mælt Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum um at veita Stuðulsstovninum eykjáttan til lestrarstuðul.

- Fleiri orsøkir eru til, at tað varð neyðugt at biðja Løgtingið um eykajáttan upp á fimm milliónir krónur, eitt nú vórðu fleiri lesandi tikin inn í heyst og fleiri taka lestrarstuðulslán, sigur Helena Dam á Neystabø.

Fyri ikki at fara uppum játtanina, mátti Stuðulsstovnurin avmarka útreiðslurnar, og hevur tí ikki kunnað útgoldið teimum lesandi lán síðani august. Landsstýriskvinnan harmast um støðuna hjá teimum lesandi, men vísir á, at neyðugt er at halda fíggjarlógina, og tá Løgtingið væntandi fyrst í november hevur samtykt eykajáttanarlógina, kunnu lánini verða útgoldin teimum lesandi.