Fíggjarnevndin er idiotisk

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, átalar harðliga summu av teimum sparingum, sum fíggjarnevndin hevur gjørt, nú fíggjarlógin er til viðgerðar.

Hann er ikki múkur í orðum um leiklutin hjá fíggjarnevndiniog sigur, at fíggjarnevndin hevur sitið og sjussað seg fram til nakrar sparingar, sum hann kallar bæði býttar, idiotiskar og “hen í veðrið” og “hen i skoven”.

Hann hugsar serliga um sparingar innan gransking, ferðavinnu og íverksetan.

Johan Dahl vísir á, at játtanin til havbúnaðargransking er skerd, tí fíggjarnevndin heldur, at Fiskaaling kann bara søkja pengar úr FP7 granskingarsamstarvinum.

Hann helt, at hetta var “langt úti”, tí tann, sum skal upp í tað samstarvið, skal eisini rinda sín part til samstarvið.

Somuleiðis átalaði hann harðliga ætlanina hjá Fíggjarnevndini at skerja íverksetarahúsið í Klaksvík, akkurát sum avtala er gjørd við fleiri vinnufyritøkur um at gera stór at fara á skúlarnar at greiða frá um íverksetarí.

Hann vísti á, at alivinnan er í holt við avgerðandi kanningar, eitt nú um at basa lús, og aðrar kanningar, sum fáa stóran týdning fyri okkara framtíðar alivinnu.

Og at enda átalaði hann avgerðina um at skerja ferðavinnuna.

Johan Dahl segði, at hetta eru sparingar, sum onki høpi er í, tí hetta eru íløgur í framtíðina og ein fortreyt fyri at menna alivinnuna og aðrar vinnur, so at vit kunnu skapa vøkstur.

Hann helt at tey máttu seta seg saman áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt fyri at pengarnir kunnu verða játtaðir, sum eru skarvaðir av.

Tað mælti hann staðiliga Løgtinginum til at gera.

Landsstýrismaðurin heldur eisini, at tað er harmiligt, at landsstýrið brúkar langa tíð at gera fíggjarligar karmar um várið og at leggja fíggjarætlan um heysti, men at so fer fíggjarnevndin fram í óðum verkum og skarvar av her og har.