Skattahol
Nýggja kapitalvinningsskattalógin er neyvan vert tað pappírið, sum hon er skrivað á. Í øllum førum ikki, um endamálið við lógini hevur verið at tryggja eina einsháttaða skatting av virðisbrøvum og tí avkasti, sum hesi geva.
Júst hetta var annars arbeiðssetningurin, tá Fíggjarmálaráðið í september mánaði í 2000 fór í holt við fyrireikingarnar til nýggju lóggávuna. Eitt arbeiði, sum annars var byrjað eitt ár frammanundan, tá semja varð um, at tað var neyðugt við einum reformi á økinum.
Í einum uppriti til broytingar av kapitalvinningsskatti verður sagt um hetta, at »skatting av kapitalavkasti so vítt møguligt skal vera eins, uttan mun til slag av íløgu«.
Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at tað í gomlu lóggávuni var sera ymiskt, í hvønn mun slíkt avkast varð skattað. Eitt nú var stórur munur á skattingini, um íløgan varð gjørd í Føroyum ella uttanlands, og tí bar íleggjarastrategiin ofta bráð av skattaspekulatión, heldur enn vánum fyri sjálvari íløguni.
Skuldi broytast
Sum tað hevur verið frammi í Útvarpinum, so er tó ikki eydnast Fíggjarmálaráðnum at røkka arbeiðssetninginum. Gaman í er lóggávan gjørd, men sum tað framgongur aðra staðni á hesum síðum, so er tað sum so ein rættiliga einføld arbeiðsgongd, um sleppast skal undan skatting av vinningsbýti.
Hetta víkir í øllum førum frá arbeiðssetningum um, at allur vinningur skal skattast javnt, og fyri vanliga føroyska skattgjaldaran man tað eisini kennast lítið hugaligt, at tað soleiðis skal bera til hjá nøkrum at sleppa sær undan skatti. Enntá við fullari lógarheimild frá stovninum, sum skattgjaldarin sjálvur er við til at fíggja.
Tað, sum verri er, at tað sambært teimum skjølum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, framgongur, at Fíggjarmálaráðið var vitandi um, at eitt hol var í lógini.
Longu tann 7. september í 2000 var semja um, á hvørjum økjum tað serliga var neyðugt við akuttum ábøtum á skattalógini. Her verður sum fimta punktið nevnt, at »Tað ber til hjá høvuðspartaeigara ($?$end$!$ 10 ár) at selja partabrøv til egið felag. Harvið sleppur hann undan at rinda sær vinningsbýti og/ella løn.
Ávaringin
Soleiðis var ætlanin hjá bólkinum, at einki skattahol skuldi verða hesum viðvíkjandi, men hesin parturin av arbeiðssetninginum er so dottin ímillum onkrastaðni.
Bólkurin arbeiddi annars hampuliga skjótt, og longu í februar mánaði í 2001 varð uppskot til hoyringar latið Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Kaupthing Føroyar, Kærustovninum og teimum báðum ríkisgóðkendu grannskoðanarfyritøkunum, KPMG og Inpact.
Og her koma fyrstu ábendingarnar um, at lógarsmíðið ikki er gjørt nóg væl. Flestu av teimum pørtum, sum hava fingið málið til hoyringar, fýlast fyrst og fremst á, at tíðarfreistin at svara Fíggjarmálaráðnum er somikið stutt. Eina vika er skotbráðið, og tað meta partarnir vera alt ov stutt tíð, tá talan er um somikið umfatandi lógarverk.
Hartil kemur eisini ein viðmerking, har átti at sett alarmklokkurnar í sving. Seinast í viðmerking sínari svarar KPMG fylgjandi: »Í lógaruppskotinum eru ongar skiftisreglur. Skulu partaeigarar, sum í dag kunnu selja skattafrítt, skattast við sølu av hesum partabrøvum, tá lógin kemur í gildi? Ongar skiftisreglur eru í tilfarinum, og kunnu vit tískil ikki geva viðmerkingar til hetta.«
Við hesi viðmerking hugsar grannskoðarin ivaleyst um §5 í nýggja lógaruppskotinum. Har verður sagt, at »verða virðisbrøv avhendað til tað felagið v.m., ið hevur givið út virðisbrævið, skal avhendingarupphæddin roknast fyri vinningsbýti.«
Trupulleikin i hesum er tó framvegis hin sami. Nevnliga at lóggávan ikki fevnir um tey partabrøv, sum eru keypt fyri 18. november 2001 og eru yvir 10 ára gomul. Altso kunnu hesi framvegis seljast felagnum, uttan at skattur skal latast av teirri orsøk.
Topparnir fingu boðini
Tað er tó einki, sum bendir á, at hendan ávaringin frá grannskoðanarfyritøkuni verður tikin í álvara. Hóast tað verður sagt, at ongar skiftisreglur framganga av uppskotinum, so verða hesar ikki senda til hoyringar, og spurningurin um skattafría sølu inn í feløgini, verður ikki viðgjørdur.
Heilt gloymdur er trupulleiki tó ikki, tí í november mánaði í 2001 verða bæði Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri, og Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, kunnaðir um holi. Hetta verður gjørt í teldubrævi tann 9. november, har ein fulltrúi ger vart við trupulleikan.
Her verður nágreiniliga staðfest, hvør trupulleikin er, men hóast hetta, so varð lóggávan sett í gildi uttan nakrar broytingar, sum kundu forðað fyri hesum. Avleiðingin er, at føroyski skattgjaldarin í dag bara kann standa spyrjandi og hyggja at, meðan tað hjá nøkrum kann lata seg gera at taka hópin av skattafríum krónum í lummarnar.