Fíggjarmálaráðið skal taka lønarflokking uppaftur

Løgtingsins Umboðsmaður vil hava fíggjarmálaráðið at viðgera starvið hjá stjóranum á Rúsuni av nýggjum Ikki bara fekk Fíggjarmálaráðið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, tað er eisini biðið um at viðgera starvið hjá stjóranum í Rúsuni umaftur. Stjórin heldur uppá, at avgerðin um at nokta umflokking er ósaklig og grundgevingin ikki nóg góð. Stjórin kærdi til Løgtingsins umboðsmann og fekk viðhald.

Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Fíggjarmálaráðið vil ikki flyta, tað vil siga umflokka, starvið úr 36. upp í 39. lønarflokk. Í avgerð síni um umflokking vísti Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum bara til eittans atlit, at starvið ikki er broytt síðani 2002, tá tað varð flutt upp í 36. lønarflokk. Hetta er alt annað enn nóg gott, sigur umboðsmaðurin.

Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini, sigur, at málið verður viðgjørt av nýggjum. Men á deildini halda tey spurningin um fyrisitingarligar avgerðir ella ikki vera áhugaverdan, og tey bíða spent eftir dóminum í einum sakarmáli um júst hendan spurningin, har Fíggjarmálaráðið hevur biðið rættin vísa málinum frá sær.