Fíggjarmálaráðharrin seinkaði flogfarinum

Sunnudagin skuldi eitt flogfar fara úr Keypmannahavn klokkan 18.00. Flogfarið fór ikki til tíðina, tí bíðað var eftir einum ferðafólki, sum sagt varð í hátalarunum. Persónurin, ið flogfarið bíðaði eftir, vísti seg at vera Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri

Sambært einum ferðafólki umborð á RC 457, varð flogfarið seinka eitt korter, tí ein ávísur ferðamaður ikki var komin. Tá tíð var gingin kom seinasti maðurin umborð. Jóannes Eidesgaard var seinasti maðurin umborð, og tá hann var komin fór flogfarið uppfrá. So tað var uttan iva fíggjarmálaráðharrin bíðað var eftir, sambært ferðafólkinum, sosialurin hevur tosað við.

Sambært Atlantsflogi var veruliga bíðitíðin í Kastrup bert átta minuttir. Tey vilja ikki upplýsa, um tað var hetta flogfarið, sum Jóannes Eidesgaard var við, men eftir øllum at døma er talan um hetta flogfar.

Sama ferðafólk greiðir eisini frá, at løgmaður ikki var ófantaligur á nakran hátt, men at ein annar ferðamaður royndi at provokera løgmann.


Løgmaður argast


- Persónliga dámar mær ikki at bíða eftir flogfarinum. Tað er ótrúliga óheppið, at Jóannes Eidesgaard eftir øllum at døma var ov seinur, men tað er sum so onki ólógligt í, at verða ov seinur til eitt flogfar, sigur Kaj Leo Johannesen. Sum leggur afturat, at hann ikki hevur spurt fíggjarmálaráðharran, hví hann var ov seinur, men hann metir, at hetta er nakað Jóannes Eidesgaard sjálvur má greiða frá. Tað skilst eisini á løgmanni, at hann metir tað vera óheppið, at flogfari skal bíða eftir einum landsstýrisfólki, og tað er ikki nakað hann heldur vera hóskandi fyri ein føroyskan ministara, sum løgmaður tekur til. Løgmaður sigur eisini, at hann ikki fer at spyrja ein landsstýrismann, um hann er ávirkaður í flúgvarinum, men at tað er nakað hann gongur útfrá, at ongin landsstýrismaður ger.

- Eg taki tað fyri givið at landsstýrisfólk ikki eru sjónliga ávirkaði, sigur løgmaður.


Fíggjarmálaráðharrin burtur

Sosialurin hevur til fánýtis roynt at fáa fatur á fíggjarmálaráðharranum í allan morgun, men hann er eftir øllum at døma ikki at fáa fatur á, tí hann var ikki at finna. Hvørki uppi ella niðri. Hann hevur tó sent ein e:mail, har hann sigur, at hann ikki vil úttala seg meira alment um málið. Tó hevur hann í skrivi váttað, at hann varð ov seinur til flúgvaran.