Fíggjarmálaráðharrin og bankarnir hava lagt fót fyri Húsalánsgrunnin

Høgni Hoydal
-----

Bankarnir hava gjøgnum fíggjarmálaráðharran og samgonguna vunnið dystin 4-0, og hava sligið Húsalánsgrunnin úr kappingini. Hetta góðtekur Tjóðveldi ikki

Tað var eitt sera týðandi stig, tá Tjóðveldi gjørdi avtalu við minnilutasamgonguna í fjør um at víðka heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum. Bæði møguleikarnir at byggja lutaíbúðir, leiguíbúðir og lestraríbúðir vórðu útvegaðir.

Men ikki minst var tað eitt krav frá Tjóðveldi, at Húsalánsgrunnurin skuldi hava møguleika at veita realkredittlán. Og harvið geva bankunum kapping og fáa lækkað rentustøðið og kostnaðarstøðið hjá húsarhaldum og vinnu.

Vit hava eina undirskrivaða avtalu um júst hetta, har løgmaður Kaj Leo Johannesen hevur skrivað undir. Men aftur síggja vit eitt klokkureint avtalubrot frá løgmanni. Síðani núverandi samgonga tók við, er týðiligt, at Fíggjarmálaráðharrin og bankarnir hava roynt at leggja fót fyri hendan møguleika hjá Húsalánsgrunninum.

Nú ber Útvarpið hesi tíðindi:

- At Húsalánsgrunnurin ikki bert hevur slept ætlanum um at veita realkredittlán og at bjóða bankunum av.
- Eisini skulu bankarnir taka yvir ta húsafígging, sum Húsalánsgrunnurin enn hevur eftir.
- Tey bíligu orkulánini skulu sleppast.
- Og fíggjarmálaráðharrin hevur lagt uppskot fram um, at grunnurin skal bæði gjalda skatt og vinningsbýti, hóast hann als ikki sleppur at kappast við bankarnar.

Bankarnir hava altso gjøgnum fíggjarmálaráðharran og samgonguna, vunnið dystin 4-0 og hava sligið Húsalánsgrunnin úr kappingini.

Hetta er sera effektivt lobbyvirksemi frá peningastovnunum. Men tað er óskiljandi, at landsstýrið aftur letur seg stýra av sterkastu áhugamálunum. Og at løgmaður aftur brýtur eina undirskrivaða avtalu.

Undirritaði fer tí at seta løgmanni og fíggjarmálaráðharranum fyrispurningar um:

- Hvat er farið fram í málinum og í samskiftinum millum landsstýrið, peningastovnarnar og Húsalánsgrunninum?

- Hvat trýst peningastovnarnir hava lagt á landsstýrið, og um hvat trýst landsstýrið hevur lagt á stjórn og stýri í Húsalánsgrunninum til tess at sleppa teimum ætlanum, sum Løgtingið samtykti fyri einum ári síðani?

16.oktober 2012 - Vegna Tjóðveldi