- Hetta er hansara meining, men onnur, sum eisini eru køn í víni, halda, at vit gera eitt gott arbeiði, tá ið hugsað verður um, at vit hava ein marknað, sum ikki er frægari enn Roskilde.
Allan Skaalum staðfestir, at sjálvandi høvdu tey viljað havt fleiri sløg á hillini og tey kundu eisini hugsa sær at hava starvsfólk, sum vóru betri útbúgvin.
Men at tey onga útbúgving hava, er ikki rætt. Tey, sum keypa inn fyri okkum eru rættiliga køn í víni og tey hava eisini ógvuliga drúgvar royndir.
Hinvegin hevur Rúsan eisini nakrar fíggjarligar bindingar, sum hava tað til avleiðing, at virksemið má avmarkast.
- Vit eru ein ógvuliga lítil marknaður og eg vil halda, at hevði tú havt eina Rúsu í einum lítlum býi í Noregi, hevði úrvalið helst verið eitt sindur verri enn vit hava.
Men tær fíggjarligu avmarkingar, vit hava, elva til, at tað er avmarkað, hvussu nógvan pening vit kunnu binda í eina goymslu.
- Tí ber rætt og slætt ikki til at hava vín á hillini, sum ógvuliga lítil eftirspurningur er eftir.
- Einkarsølan í Noregi hevur fleiri túsund sløg av víni, men tað er heilt ómøguligt hjá okkum, tí vit eru so smá.
- Er talan um serlig sløg av víni, ber altíð til hjá viðskiftafólki at biðja okkum útvega tað, men tað má so vera í teimum kassum, selur vínið í.
- Vit hava eisini stór viðskiftafólk, vit bíleggja serligt vín fyri og sum vit so hava á goymslu teirra vegna, men sum annars er ikki er til sølu, sigur Allan Skaalum.
Hann leggur afturat, at hesi seinastu árini er úrvalið hjá Rúsuni munandi batnað, so tað gongur rætta vegin.
- Men avleiðingin er so tann, at tað eru ávís sløg, vit ikki sleppa av við, sigur Allan Skaalum.