Fíggjarliga gongur framvegis skeiva veg í Tórshavn

Hvørt húski skuldarbundið við 30.000 kr. og hækkaðum kommunuskatti á 8.500 kr.

Eg havi nú í 6 ár víst á, at fíggjarliga gongdin í Tórshavnar Kommunu gongur skeiva vegin. Fíggjarætlanin fyri 2011, ið nú verður løgd fram, vísir tíverri ongan bata.
Tá Javnaðar- og Tjóveldisflokkurin tóku leiðsluna í Tórshavnar Býráð fyri 6 árum síðani, var kommunan skuldarfrí og skattaprosentið var 18,75%. Nú er skattaprosentið 20,75 og verður býurin í 2011 skuldarbundin við góðum 220 mió. krónum.
Hesi seinastu árini er skattainntøkan voksin við rúkandi ferð, men kortini hava báðir vinstraflokkarnir skuldabundið hvørt húski í kommununi við yvir 30.000 kr. Somuleiðis hevur hækkaða skattaprosentið kostað somu húsarhaldum 8.500 kr. um árið.
Ja, so flott verður arbeitt, at komandi ár verður skuldin yvir 220 mió.kr., men einki avdrag verður goldið. Vanligt var, at tá tú lánti pening, skuldi hann gjaldast aftur, men tað ætlar verandi samgonga ikki. Nei, teir lána bara eitt sindur meira, so afturgjaldið kann bíða til seinri. Nær tey byrja at gjalda skuldina aftur, siga tey einki um.
Rentuútreiðslurnar í 2011 verða knappar 12 mió. kr. og um rætt var atborið, skuldu kommunan goldið um 20 mió. í avdrøgum, v.ø.o. átti býurin at goldi yvir 30 mió. kr. til peningastovnarnar.
Niðanfyri er grein, ið eg skrivaði um fíggjargongdina hjá kommununi áðren býráðsvalið í november 2008. Tíverri gongur verri enn eg tá væntaði. Skuldin er í 2011 longu komin upp á 220 mió kr. og skattaprosentið er hækka síðani tá við 1%.
---
Í 2014 skyldar Kommunan 250 mió. kr.
Um verandi meiriluti framhaldandi kemur at ráða í Tórshavnar Býráð, kemur kommunan at skylda 250 mió.kr. í 2014. Seinastu fýra árini er raksturin øktur við 186 mió.kr., úr 312 mió.kr til 498 mió.kr. Ein óhoyrd øking uppá yvir 60%. Harav er sjálv fyrisitingin økt við ikki minni enn 23 mió.kr.
Í rundum tølum er inntøkan hjá kommununi 600 mió.kr. og raksturin 500 mió.kr. so eftir eru 100 mió kr. til íløgur. Nú ein raðfesting av íløgunum komandi árini endiliga er komin, er ætlanin at gera íløgur fyri 130 mió.kr. pr. ár. komandi fimm árini. Tað vil geva eitt hall uppá 150 mió.kr. Hetta hallið má antin fíggjast við lántøku, ella við at hækka skattin. Verandi fíggjarætlan byggir uppá eina lántøku á 100 mió.kr, so tilsamans kemur kommunan at skylda 250 mió.kr í 2014. Óneyðugt er at minna á, at tá verandi samgonga tók við, var øll skuld niðurgoldin.
Omanfyri standandi, er enn eitt prógv fyri, at Javnaðar- og Tjóveldisflokkurin eru farnir ótrúliga lætt um skattaborgarans pening.
---
Soleiðis skrivaði eg í november 2008, men eg væntaði ikki, at kommunan longu í 2011 skuldi verða so skuldarbundin við hækkaðum skattaprosentið á 20,75%.
Tað er tíverri í góðum tíðum, at fíggjarligar ólukkur henda, og rætt er, tá orðatakið sigur : »Tað krevur breiðar herðar at bera góðar tíðir.«