Fíggjarlógin verður viðgjørd í kvøld

2. viðgerð verður klokkan 20.30, og í løgtinginum verður roknað við, at lógin verður endaliga samtykt, áðrenn tingið fer til hús í kvøld. Tað hevur verið nógv virksemi í tinginum í dag, og tað er framvegis nógvur aktivitetur við Tinghúsvegin.

Fyrsti tingfundurin í dag var klokkan 11 í morgun. Annar tingfundurin var klokkan 13.30. Tá varð roknað við, at álitið frá fíggjarnevndini viðvíkjandi fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 skuldi leggjast fram.

Tá ið fundurin varð settur, vísti tað seg, at álitið ikki var liðugt. Formaðurin niðurlegði fundin til kokkan 18. Tá boðaði formaðurin frá, at álitið ikki var liðugt, og hann útsetti fundin í tveir tímar.

Stutt eftir klokkan 20 varð álitið lagt fram, og síðani varð nýggjur fundur ásettur at vera klokkan 20.30 í kvøld, tá ið 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum er á skránni.