Fíggjarlógin varð ikki einmælt samtykt

“Fíggjarlógin varð einmælt samtykt beint undan jólum”, og “... fyri einaferð skyld var semja um okkurt í Løgtinginum”, skrivar Dimma í leiðara.

Hetta er ikki so. Hóskvøldið hin 22. desember varð fíggjarlógin fyri 2011, við metferð samtykt av einum stórum meiriluta. Men, hon var ikki einmælt samtykt.
Vit vóru nøkur, sum hvørki vildu ella kundu trýsta á grøna knøttin fyri einari fíggjarlóg, hvørs endaliga skap vit einans kendu í leysum brotum. Hvørs avleiðingar, vit ikki høvdu stundir at viðgera, og hvørs samlaðu broytingar vit einans fingu eitt korter at seta okkum inn í!
Dugi ikki á nakran hátt at síggja, hvussu tað kann forsvarast, at landsins fíggjarlóg, sum røkkur inn í hvørt einasta heim í Føroyum og út á hvørt einasta arbeiðspláss, soleiðis verður skrumblað ígjøgnum. At vit fólkavaldu skuldu kunna halda frí millum jól og nýggjár, er sjálvandi ikki ein grundgeving yvirhøvur.

Ikki vita, einki siga
Tað ber til at gleðast um summar av broytingunum og raðfestingunum, sum fíggjarnevndin loksins samdist um. Men har vórðu eisini gjørd ógvuslig høgg, eitt nú á almannaøkinum, har konta til bústovnar varð skorin við tvísiffraðari milliónaupphædd. Og heldur ikki hetta varð viðgjørt ella kjakast um í tingsalinum. Tí orðaskiftið varð einki.
Álitið frá fíggjarnevndini varð lagt fram hóskvøldið og skamma stund seinni, varð uppskotið við broytingum samtykt. Hetta hóast tingformaðurin hevði ásett, at 2. viðgerð av fíggjarlógini ikki skuldi verða fyrr enn 28. desember. Men ein meiriluti samtykti at víkjast skuldi frá øllum tíðarfreistum. Tí kundi 2. viðgerð byrja so stutt eftir, at álitið varð framlagt, og 3. viðgerð beint eftir hetta.
Tinglimir høvdu ongan heiðurligan møguleika at gjøgnumganga og seriøst viðgera mongu fesku umraðfestingarnar hjá fíggjarnevndini. Og fólkaræðisins sonevndi varðhundur, pressan, fyri ikki at tala um fólkið sjálvt, enn minni møguleika at vita nakað sum helst.

Reglur til pynt
Tíverri staðfesti fíggjarlógarviðgerðin tað, sum er vorðið reglan heldur enn undantakið: Tess størri og týdningarmeiri eitt mál er, tess minni viðgerð fær tað í Løgtinginum. Hví eru yvirhøvur ásetingar um tíðarfreistir, um floytað verður á hesar í flestu stórmálum?
Saman við einum lítlum minniluta atkvøddi undirritaða ímóti uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011. Tað munti sum hjá Snopprikki. Og fólkaræðið fekk enn ein dyggan undir vangan.